You haven’t got any favourites yet
This is where you can collect inspiration, articles, events and places that interest you.
Click the icon on pages and they’ll appear here.
Your favourites
Inspiration & Articles
Events & Tours
Places
Spółdzielnia Muzyczna Contemporary Ensemble (PL)
Spółdzielnia Muzyczna er eitt av virknastu samtíðar orkestrunum í Pólandi, og nú skulu tey spæla fimm verk eftir føroyskum kvinnum og eitt eftir pólskari kvinnu
Tónleikararnir hava framført á nøkrum av mest virdu tiltøkunum kring heimin; nevnast kunnu MaerzMusik í Berlin, Internationale Ferienkurse für Neue Musik í Darmstadt, AFEKT í Estland og Warsaw Autumn.
Á Summartonar 2026 fer ljómliðið at framføra eina skrá, ið er tilognað kvinnuligum komponistum innan samtíðar tónlist og fer at innihalda nýggj verk frá føroyskum og pólskum skøldum, ið samantvinna elektroaukustiskan tónleik og multimedia, ið varpar ljós á umhvørvisligar hugsjónir.
Verkini eru eftir:
Helenu Lamhauge - Mura
Kristina Thede Johansen / L.M. Lindeman - Kirkjan Hon Er Eitt Gamalt Hús
Kristina Thede Johansen / Johan H. Nebelong - Nú Hvítna Tindar Fjøllum Á
Simona Eivinnsdóttir - Tú elskar meg
Unn Paturson - Riggar tað nú?
Anna Katrin Øssursdóttir - Portals
Barbara Zach - Conocybe Filaris
Tónleikarar eru:
Małgorzata Mikulska (floyta),
Tomasz Sowa (klarinett),
Krzysztof Guńka (saksofon),
Paulina Woś (violin, bratsj),
Barbara Mglej (violin, bratsj),
Jakub Gucik (sello),
Aleksander Wnuk (slagverk),
Aleksandra Płaczek (klaver/tangentar),
Piotr Peszat (elektronikkur)
Verkætlanin er samskipað við stuðuli frá Adam Mickiewicz Institute.
Address
Aulan í Finsen
Tróndargøta 44
Tórshavn
Event dates & tickets
Date
Specific:
Every:
Monday
Tuesday
Wednesday
Thursday
Friday
Saturday
Sunday
Price
Free
check availability
Region / Categories