Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Tíðindasavn SU
Kort
Ferðasamband
Taxa, bussar og bilútleigan
Sjúkrahús, Løgregla
Matstøð
Vitjunarverd støð
Útferðir
Siglitúrar
Gongutúrar
Busstúrar
Føroyakvøld
Lítla Dímun
Við bili
Savnsmaraton
Handlar vm.
Frítíðarítriv
Tónleikarar
Listafólk
Vert at vita
Peningastovnar
Bátahylar
Síðuyvirlit
Útferðir við bili í Suðuroynni

Í Suðuroynni eru nógv vøkur støð, har lætt er at koma til. Koyrast kann til allar bygdir. Harumframt eru fleiri vøkur støð, ið koyrast kunnu til, og nøkur har man eftir stuttan gongutúr kemur til vøkru náttúruna.

Hvalba - Fiskieiði og Norðbergseiði

Hvalbiareiði/Fiskieiði og Norðbergseiði, sum bæði eru vestanfyri Hvalba, Fiskieiði er sunnanfyri Grímsfjall, Norðbergseiði er norðanfyri Grímsfjall. Koyr eftir Bíarvegi, skelti vísa veg til bæði eiðini.

Sandvík - Ásmundarstakkur

Koyrast kann ein part av vegnum vestur til eggina. Tó má gangast nakað, men har er ikki bratt.

Trongisvágur - Rangabotnur og Røðin

Koyrast kann niðan í Rangabotn inni í Trongisvági, har kolanám vóru fyrr í tíðini, har eru enn leivdir eftir hesi tíðini. M.a. síggjast enn kolanám har.

Vágur - Vágseiði, Eggjarnar, Fámará, Ryskivatn og Botn

Vágseiði er vestanfyri Vág, koyr eftir Vágsvegi og halt á beint fram, vegurin skiftir navn til Eiðisvegur, koyr fram við Vatninum og ítróttarhøllini, so kemur tú til Vágseiði.

Eggjarnar (sunnanfyri Vág), Hesturin við Beinisvørð (millum Lopra og Sumba, best er at koyra gjøgnum tunnilin til Sumbiar og so niðan á Hestin), Akraberg.

Koyrast kann eisini niðan á Ryskivatn og niðan í Botn, har Føroya fyrst elektrisitetsverk var bygt í 1921. Á veg hartil kann ein snara á til Fámará, har bert ein familja býr. Har eru eisini vøkur bjørg at síggja.

Lopra - Lopranseiði

Umframt hesi støð er tað stutt og lætt at ganga til hesi støð: Lopranseiði (vestanfyri Lopra), Sandvíkseiði og Ásmundarstakk (vestanfyri Sandvík).



Koyrast kann við jeepi niðan til Froðbiar nakka, har útsýnið er frálíkt og leivdir frá krígnum eru.

 

Biltúr, útferð, ferðast, við bili, Suðuroy, Suðuroynni, Suðri, Vakurt, vøkur, støð, náttúra, atkomiligt
 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Gamli Sumbiarvegurin fer niðan á Hestin beint
við
Beinisvørð - Einastandandi útsýni!

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Eggjarnar - 25 metrar frá vegnum

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Útsýnið frá Norðbergseiðinum norðureftir

 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula