Gallarí Oyggin, Framsýningar, Standmyndir uttandura, havi, vakstrarhús og kaffistova
Gallarí Oyggin hevur fjølbroytt tilboð til ferðandi, bæði fyri bólkar og einstaklingar. Har eru skiftandi framsýningar, sum í 2011 eru av listarverkum sum ung føroysk listafólk hava skapað. Í juli mánað fram til 30. juli sýna Rannvá Mortensen og Palli Julsgart fram málningalist og annað.
Harumframt hevur Gallarí Oyggin eisini fastar framsýningar av málningalist hjá eigaranum, Palla Lykke Julsgart, og onnur listarverk.
Kaffistova Inni í Gallarí Oynni ber til at keypa sær ein kaffimun, te, sodavatn og annað. Um tit eru ein bólkur er best at bíleggja frammanundan.
Havi og vakstrarhús Rundan um Gallarí Oynna er vakur urtagarður við ymiskum sløgum av blómum og runnum. Her kanst tú sita á einum beinki og njóta friðin og vakra umhvørvið. Har eru ymiskar forvitnisligar standmyndir runt um í havanum, sum Palle Julsgart hevur gjørt, og á parkeringsplássinum yvirav eru somuleiðis fleiri størri standmyndir, m.a. Frælsi og Blue Element. Ovast uppi í havanum er eitt vakstarhús, har eksotiskar plantur vaksa, m.a. citrón og lime trø. Har er eisini akvarium við smáum fiskum í.