Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Hvat hendir
Heimablídni
Síging í Hvalba
Jóansøkan
Útferð til Lítla Dímun
Suðuroyarbjørgini
Kasparsholan
Síðuyvirlit
Gongutúrur: Tvøroyri - Fámjin

Bygdin Fámjin liggur avbera vakurt vestantil á Suðuroynni. Gongutúrurin til Fámjins byrjar við gomlu kolaminurnar í Trongisvági. Gingið verður eftir gomlu gøtuni um Oyrnafjall, framvið vakra Kirkjuvatni.

 

Í Fámjin verður vitjað í kirkjuni, sum eigur serstakt pláss í hjørtum føroyinga. Ein ungur studentur úr Fámjin teknaði í 1919 fyrsta føroyska flaggið, Merkið, og upprunaflaggið hongur í kirkjuni.

 

Tá komið verður til Fámjin ber til at keypa kaffi, vaflur, ís og annað úr Gomlu Krambúðini sum er frá 19. øld og nú er kafé.

 

Farið verður aftur til Tvøroyrar við bussi.

 

Vert at vita:

Vinarligast farið væl um náttúruna og fuglameingið. Verið væl skødd.

 

 
Gongutúrur til ”Uppi millum Stovur” í Øravík

Farið verður frá hotellinum í lítlu bóndabygdini, Øravík, og leiðin gongur niðan til gamla tingstaðin ”Uppi millum Stovur”. Hetta er lættgongdur túrur, ið tekur umleið hálvan tíma.

 

Staðið er við síni sermerktu og óspiltu náttúru ein friðsæl uppliving. Her var gamli tingstaðurin.

Bæði sagnir og søgur siga frá ræðandi dómum og hendigum.

 

Ferðaleiðarin greiðir frá kendu søgnini úr 15. øld um húskallin úr Hvalba, Snæbjørn, sum varð dømdur at arbeiða í jarni á Bremerholm í Keypmannahavn.

 

Leiðin gongur so til Gálgagjógv, har lógbrótarar vórðu hongdir, harav kemur navnið.

Aftaná túrin fæst kaffi og pannukøkur á Hotel Øravík.

 

Vert at vita:

Suðuroyar søga er spennandi og áhugaverd við mongum søgnum og søgum t.d. Øravík og Hvalba – Spyr bara ferðaleiðaran.

 
Gongutúrur til Kasparsholu nærindis Sumba

Túrurin byrjar á Hestinum við Beinisvørð. Gingið verður eftir fjallarøðini til hagapartin í Sumba, sum eitur ”Blæing”, har Kasparsholan er. Í Blæing er sermerkt lendi við stórum og smáum gróti, ið minnir um eina malastrond. Millum gróti eru fleiri holur og ein av teimum er nevnd Kasparshola.

Á ferðini sigur ferðaleiðarin søgnini um Kasparsholu og brøðurnar báðar, Kaspar og Sjúrð, sum leigaðu jørð frá prestinum í Vági. Men leigan var  so órímiliga høg, at teir ofta liðu hungur og vóru tí noyddir at stjala seyð. Kasparsholan gjørdist seinni staðið, har teir fjaldu seg fyri umheiminum.

Á vegnum aftur á Hestin sæst – í góðum sýni – heilt til norðoyggjar, eins og sýnið til Føroya syðstu klettar, Munkin og Flesjarnar er sera vakurt.

 

Vert  at vita:

Í bygdini Sumba er føroyski dansurin nakað heilt serligt og sumbingar eru kendir fyri sítt sermerkta dansistev.

 

 
Busstúrur til sunnara part av Suðuroy

Farið verður fyrst á Vágseiðið, har greitt verður frá søguni, meðan hugt verður at tí stórbæru og villu náttúruni. Síðani verður farið til forbergið Beinisvørð, íð hevjar seg 469 metur mót ský. Ein veldug uppliving. Er klárviðrað sæst meginparturin av Føroyum.

So gongur leiðin til Sumbiar, har steðgað verður við sermerktu lendingina “í Pollinum”. Á heimvegnum vitja vit vitan á Akrabyrgi, sum er suðurendi Føroya.

Komin til Vágs aftur verður farið inn á spinnaríið, Ullarvirkið í Vági, sum m.a. framleiðir alskyns pløgg úr føroyskari ull.

 

Síðsti steðgur á ferðini er í Porkeri, har vitjað verður í vøkru og sermerktu trækirkjuni frá 1847.

 

Vert at vita:

Í Heimavirkinum í Vági eru góðar umstøður fyri vitjandi. Í kjallaranum er wc, brúsa, vaskimaskina og turkitrumla. Í miðhæddini kunnu minnislutir keypast.

 
Bustur til Hvalba og Sandvík

Bustur til bygderne Hvalba og Sandvík er en stor oplevelse for den besøgende. Vi standser først ved Færøernes eneste kulminer, som stadig er i drift. Kolaminurnar verða framvegis riknar sum í gomlum døgum – við hakkara og spaða. Hvalba er søgurík bygd við mongum áhugaverdum sagnum. Vitjað verður á Fiskieiðinum. Haðani verður koyrt til Sandvíkar, sum kend er úr Føringasøgu. Her varð Sigmundur Brestisson, ið kristnaði Føroyar, dripin fyri umleið 1000 árum síðani.

 

Vitjað verður í einum gomlum bóndahúsi frá 1860. Tað verður nevnt ”Bóndahúsið uttan ánna” og er varðveitt við øllum innbúgvi.

 

Á heimvegnum verður steðgað í Trongisvági, og gingið verður vestur ” Á Røðina”, har ein upplivir veldugu vestursíðu Suðuroyar við síni stórbæru náttúru og ríka fuglalívi. Á staðnum er kikari uppsettur,so møguleiki er at eygleiða fuglameingi nágreiniliga.

 

Vert at vita:

Kikarin stendur uppi frá 15. apríl til 1. oktober.

 

 
Gåtur mellem Vágur og Fámjin

Den gamle sti mellem Vágur og Fámjin var før i tiden hovedvejen mellem Vágur og Fámjin. Stien er markeret med varder og går gennem et meget smukt naturområde langs fjeldene mod nord.

På turen oplever du vestsiden af Suðuroys sydlige del, hvor du bl.a. kan se den smukke natur ved " Botn" Turen er ike svær og tager 2½ time.

Booking hos Visi Suðuroy, Vágur tlf. 239390 eller info@vagur.fo 

 
Gåtur til Hvannhagi

En gåtur til Hvannhagi kan arrangeres efter behov. Hvis en gruppe på mindst 5 personer bestiller en tur, så arrangerer vi den. Enkeltpersoner kan spørge på Turistinformationen, om der er arrangerede ture, medens de er her. Send en e-mail til Turistinformationen i Tvøroyri info@tvoroyri.fo eller ring på telefon +298 372480.

Hvannhagi er et af de smukkeste og mest specielle natur områder i Suðuroy. Gåturen til Hvannhagi starter ved slutningen af den øverste vej i Tvøroyri, den kaldes også Hválurin. Vi går igennem "Líðina" via en gammel sti. Når vi kommer til østsiden af Suðuroy er udsigten mod øst storslået. Der kan du se de to små øer Lítla Dímun og Stóra Dímun, vi kommer også til en indsø. Hvannhagi er prisbellønet natur område. Der tales om at lave Hvannhagi til nationalpark.

Turen til Hvannhagi er kropslig krævende, og man skal ikke være bange for højder, men den kan absolut anbefales.

Værd at vide:

Venligst pas godt på naturen og fuglelivet. Godt fodtøj anbefales.

hiking, tur, udflugt, guide, rejse, rejseleder, natur, naturpark
 
Gongutúrur niðan á Rávuna (við Vág)

Túrurin niðan á Rútafelli og Rávuna (við Vág) er ein túrur í vakrasta náttúru umhvørvið, ið Føroyar kunnu bjóða. Útsýnið av Rútafelli og Rávuni niður í bjørgini fyri vestan, í Lopranseiðið og Lopransholm og Beinisvørð er av sonnum bergtakandi.

 

Túrurin byrjar Vestan Brekkur - á vegnum niðan á Eggjarnar. Hagani verður gingið niðan á Rútafelli, har útsýnið er niður yvir Vágsbjørgini og suður í Beinisvørð. Farið verður síðani framvið eggini niðan á Rávuna – á leiðini verður gingið framvið teimum trimum gjáunum Rútafellisgjógv, Uppi í gjógv og Rávugjógv. Steðgað verður á uppi á Rávuni, áðrenn farið verður til Vágs aftur, umvegis Longutjørn.

 

Vert at vita:

Vinarligast farið væl um náttúruna og fuglameingið. Verið væl skødd. Túrurin er ikki strævin at ganga.

 

 

 

 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula