Scorpion er skjóttgangandi bátur sum ger útferðir til einhvønn tørv, vit kunnu sigla skjótt so tað kitlar í búkinum og vit kunnu sjálvandi eisini sigla spakuliga, so tú kanst njóta vøkru náttúruna. Sightseeing túr undir Beinisvørð Hóast báturin kann sigla sera skjótt, so ber eisini til at sigla spakuliga fram við einastandandi vøkru bjørgunum í Suðuroynni. Túrar kunnu gerast ymsastaðni frá, t.d. úr Sumba til Fámjin. Tá verður siglt framvið Beinisvørð, sum er 470 metrar, framvið Lopranseiði, Vágseiði, Fámará og onnur berg vestantil á Suðuroynni. Ein túrur fyri alla familjuna og ein uppliving fyri lívið! Ring 213359. Ein túrur úr Sumba til Fámjin kostar 350 kr. fyri hvønn. Um tit eru í minsta lagi 6 fólk, so er bara at bíleggja ein túr, um tit ikki eru so nógv, ring so og hoyr nærri, um ein túrur longu er planlagdur og um pláss eru tøk. Vit kunnu eisini ringja aftur og siga tær frá, tá siglt verður. Veðrið hevur sjálvandi nógv at siga, tá vit skulu sigla vestanfyri Suðuroynna, siglt verður bert tá líkindini eru góð at sigla. Vatnskí og annar vatnítróttur á Vágsfirði Leiga Scorpion við skipara, bjargingarútgerð vm. í ein tíma ella longri og royn at standa á vatnskí. Umframt vatnskí kunnu tit eisini royna Kneeboard, wakeboard, gummiring til 1 person, gummiring til 3 - 4 persónar ella eina banan við sitiplássi til 3 persónar. Hetta tilboði er til í mesta lagi 9 fólk. Ring og hoyr nærri: tlf. 213359. Prísur fyri at leiga Scorpion við skipara og útgerð: 2000 kr. fyri 1. tíman og 1400 kr. fyri fylgjandi tímar. Ring til Sigurd á telefon 213359 Meira kunning á Scoprion.fo |