Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Suðuroyar Ferðavinnufelag
Søga
Nevnd
Endamál
Viðtøkur
Kunningarstovurnar
Aðrar kunningarstovur
Síðuyvirlit
Søga

Á sumri 1992 varð ein nevnd vald og stórur dentur varð lagdur á, at limirnir vóru úr allari oynni. Í juni 1993 lat Suðuroyar Kunningarstova upp á Tvøroyri. Avgjørt varð at hava opið í 3 mánaðir um árið.

 

Fyri at kunningarstovan skuldi halda fram við at hava opið fyri ferðafólkið, varð avgjørt, at okkurt munagott skuldi gerast bæði fyri at skaffa pening og høli. Á sumri í 1995 varð avgjørt at hava opið alt árið, og samstundis taka ímóti tilboðnum frá Tvøroyrar Kommunu, um at flyta kunningarstovuna inn í sama hølið sum Tvøroyrar Býráð. Suðuroyar Kunningarstova skuldi eisini veita eina tænastu til Tvøroyrar Kommunu í býti fyri at verða inni í hølunum.

 

Kunningarstovan á Tvøroyri hevur verið einsamøll í oynni í 10 ár, men tað hevur fleiri ferðir verið uppá tal, at lata eina kunningarstovu upp afturat, av tí, at virksemi er vaksið munandi hesi síðstu árini.

Í februar mánaða 2003 var so farið í gongd við at stovna eina kunningarstovu í Vági. Tosað var við Ferðaráð Føroya um grundarlag var fyri einari kunningarstova afturat í oynni. Ferðaráð Føroya segði, at tað hevði verið tosað leingi um at stovnað eina kunningarstovu afturat í Suðuroynni – og var positivt yvirfyri tankanum.


Síðani var farið í gongd. Borgarstjórarnir vóru bidnir at koma á fund og tosa um eina skipaða Ferðavinnu í Suðuroynni. Áhugin var stórur og tí setti man seg í samband við

Ferðaráð Føroya. Fundur var á Gistingarhúsinum í Øravík. Á fundinum vóru allir borgarstjórarnir í Suðuroynni, umboð fyri Ferðaráð Føroya, umboð fyri Ferðavinnuna í Eysturoy og fyri Suðuroyar Kunningarstovu, umframt stigtakarin til stovnanina av kunningarstovuni í Vági.

Umboðið fyri Ferðavinnuna í Eysturoynni greiddi frá skipaninni við tveimum kunningarstovum. Áðrenn fundurin var lokin, var avgjørt at fyrireika stovnanina av einum nýggjum økisferðavinnufelag, Ferðavinnan í Suðuroy. Umboð fyri kunningarstovurnar fingu boð um at gera viðtøkur fyri nýggja felagið. Viðtøkurnar blivu góðkendar í Sumba í apríl mánaða og samstundis bleiv nýggja felagið stovnað, Ferðavinnan í Suðuroynni.

 

Av tí at kunningarstovurnar skuldu verða ávikavist á Tvøroyri og í Vági bleiv eisini avgjørt, at vertskommunurnar halda størri part av útreiðslunum til kunningarstovnurnar enn hinar kommunurnar.

 

Kunningarstovurnar hava eitt tætt samstarv og felags marknaðarføring av oynni í ferðavinnuhøpi. Skipanin við tveimum kunningarstovum í Suðuroynni virkar væl og fólk eru sera nøgd við skipaninna.

 

 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula