M/S Smyril I 2005 fingu suðringar eitt nýtt ferðamanna skip, sum er nógv størri enn gamli Smyril. Hesin tekur umleið 200 bilar og 800 ferðafólk. Sjálv ferðin til Suðuroyar við Smyrli er eitt satt upplivilsi, um siglt verður meðan tað er ljóst, tí so kanst tú njóta at síggja oyggjarnar, sum verður framvið. Á túrinum sært tú hesar oyggjar: Streymoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Skúvoy, Stóra Dímun, Lítla Dímun og Suðuroy. Smyril siglur millum Tórshavn og Suðuroynna 2 til 3 ferðir um dagin aftur og framm (hædd verður tikin fyri broytingum í ferðaætlanini). Um tú ætlar tær at vera í Suðuroynni í fleiri dagar, so kanst tú sigla nær sum heltst, tá Smyril siglir úr Havnini. Um tú harafturímóti ætlar tær norður aftur sama dag, so er best at fara til Suðuroyar mánamorgun, mikumorgun (kl. 8.30) ella leygarmorgun (kl. 7) og norður aftur sama kvøld kl. 18.30 av Krambatanga. Men sum sagt, ferðaætlanin kann altíð broytast, hetta er skrivað í januar 2008. Vinarliga sí røttu ferðaætlanina á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, trýst her: ssl.fo.
Tann ovasta myndin er frá heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Myndina av Lítla Dímun hevur Erik Christensen tikið frá einari ferð við Smyrli.
Tyrlan - helikoptor Umframt tað at Smyril siglir fleiri ferðir dagliga, so flýgur Tyrlan eisini til Suðuroyar, tó ikki dagliga men 2-3 ferðir um vikuna. Í 2008 fleyg hon til Suðuroynna miku- og fríggjadag alt árið, og harumframt fleyg hon eisini mánadagar til Suðuroyar í summarmánaðunum juni, juli og august. Sí heimasíðuna hjá Atlantic Airways ella hjá Strandferðsluni fyri at síggja dagførda ferðaætlan hjá tyrluni.
Trýst á eina av leinkjunum omanfyri, so kemur tú til ferðaætlanina hjá hesum leiðum.
Leið 700 støðgar (eftir áheitan) í hesum bygdum: Sumba, Lopra, Vágur, Porkeri, Hov, Øravík, Krambatanga, Tvøroyri. Tað er ofta tilkalling til fleira av bygdunum, tá stendur eitt reytt T aftanfyri bygdarnavnið, ring til SSL ella bussførarin og bílegg pláss.
Leið 701 støðgar í hesum bygdum: Fámjin, Øravík (bert tilkalling), Krambatangi (ferjulegan), Tvøroyri, Nes (bert tilkalling), Hvalba og Sandvík (tilkalling).
Privatur flutningur í Suðuroynni Bilútleigan, bússútleigan, taxa v.m. sí hesa leinkjuna