Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Hvat hendir
Heimablídni
Síging í Hvalba
Jóansøkan
Útferð til Lítla Dímun
Suðuroyarbjørgini
Kasparsholan
Síðuyvirlit
Suðuroyarbjørgini - Siglitúrur við Scorpion ella Tornado

Í Suðuroynni eru tveir skjóttgangandi bátar, sum gera túrar undir Suðuroyarbjørgunum. Tornado ger serliga túrar av Hvalbiareiðinum, meðan Scorpion serliga ger túrar undir Beinisvørð og bjørgunum har, byrjað verður úr Sumba. Størri bólkar kunnu bíleggja túrar frá báðum bátunum.

Scorpion hjá Sigurd Gudmundsson
Sigurd Gudmundsson hevur í nøkur ár bjóða ferðafólki, stevnugestum og øðrum ein túr við skjóttgangandi báti sínum Scorpion. Báturin er ein RIB Formula 1 rasarabátur. Fólkini sum sigla bátin hava øll neyðug skeið og hava royndir at sigla júst hesir túrar. Ferðafólkini fáa bjargingarvest útflýggjaðan. Scorpion ger fleiri sløg av túrum, bæði skjóttgangandi túrar og meiri spakuligir náttúrutúrar, har ferðafólkini heldur ynskja at njóta vøkru náttúru okkara. Veðrið hevur nógv at siga fyri um ella hvar tað ber til at sigla. Onkuntíð viðrar bara eystanfyri og aðrar tíðir viðrar bara vestanfyri. Vindur og streymviðurskifti hava stóran týdning, men alt hetta vita fyriskipararnir, so ring og spyr. Sigurd hevur telefon 213359. Vitja heimasíðuna: www.scorpion.fo

Tornado hjá RIB62
Báturin Tornado hjá felagnum RIB62 úr Hvalba ger túrar undir Suðuroyarbjørgunum. Hvalbingarnir, sum skipa fyri túrinum, siga, at túrurin er serliga vakur um kvøldið, tá sólin er við at fara niður. Fólk kunnu melda seg til túrin við at ringja á telefon 566262. Siglt verður av Fiskieiðinum, sum er tað sunnara av báðum Hvalbiar Eiðunum, skelti á Bíarvegi í Hvalba vísir, hvar ein skal snara móti vestri. Túrurin varar umleið ein tíma og kostar 350 kr. Siglt verður norður eftir móti Ásmundarstakki, sum er vestanfyri Sandvík. Siglt verður eisini inn í eina ella fleiri holur. Báturin er sýnaður av Skipaeftirlitinum og verður sýnaður 2. hvørt ár. Trygdin er á høgum støði. Tey ferðandi skulu vera ílatin flótidrakt og bjargingarvest. Draktir og vestar umframt trygdarbrillur, húgvur og handskar eru til
øll ferðandi. Tilmelding á telefon 566262 ella 575251. Sí eisini heimasíðuna www.rib62.com

Sigling og síging
Fólkini sum skipa fyri bátatúrunum við Tornado samstarva eisini við tey sum skipa fyri síging á Norðbergseiðinum vestanfyri Hvalba, so møguleiki er fyri at royna at síga og síðan royna bátatúrin við Tornado undir Suðuroyarbjørgunum beinleiðis av helluni, sum sigið verður niður á.

-----------------

Sagt verður frá á kunning.fo,  á Suðurrás og á Facebook, tá túrar verða, men eru tit ein bólkur ber til at bíleggja beinleiðis frá veitaranum.

Myndirnar á hesi síðu hava Rúni Thomsen og Eileen Sandá tikið vestanfyri Hvalba og Sandvík.

 

Útskriva skjalið Send skjalið

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula