Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Íbúgvaratal
Kommunur og bygdir
Hvalbiar kommuna
Tvøroyrar kommuna
Kort yvir Tvøroyri
Áargøtan í Trongisvági
Hvannhagi
Fámjins kommuna
Hovs kommuna
Porkeris kommuna
Vágs kommuna
Sumbiar kommuna
Myndasavn
Suðuroy á YouTube
Síðuyvirlit
Hvannhagi

Hvannhagi verður mettur at vera besta pláss í Føroyum til tjóðgarð. Staðið er avbyrgt, men kortini væl atkomandi til gongu. Sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag við einum fjøllbroyttum plantu- og djóralívi.


Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag hevur søkt Landsstýrið um pengar til kanning av økinum.
Hvannhagi er eitt sermerkt og vakurt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Hann liggur avbyrgdur og kann bert røkkast til gongu. Vanliga verður gingið frá vestara endanum av Ovara vegi á Tvøroyri, og har verður gingið eftir einari gøtu norðureftir tvørturum fjallið.

Hvannhagi er kransað av steyrrættum fjallalíðum, og har slepst bert oman í tveimum støðum.

Verður gingið oman eftir tí eystaru gøtuni, er eitt frálíkt útsýni norðureftir til Lítlu og Stóru Dímun.

Hvannhagi hevur eitt sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag, sum er vælkent av jarðfrøðingum eisini í altjóða høpi.

 

Serliga á fjallalíðunum har seyðurin ikki sleppur til, er eitt fjølbroytt plantulív og ein gróðursemi sum ikki ofta sæst í tí føroysku náttúruni. Eisini smáfuglur trívst, ikki minst músabróðir, hvørs sangur mangan setur dám á vitjanina. Annars kann nevnast havhestur og ravnur, og ein rúgva av øðrum fuglum sum annarhvørt reiðrast ella vitja í longri ella styttri tíðarskeið.

Eitt serliga hugnaligt og áhugavert øki er økið kring Hvannavatn, har bæði djór og menniskju hava hug at steðga á.

                                                                                                                           

Hvannhagi er nevnt í Visión 2015 skjalinum, og verður av Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag mett at vera besta pláss í Føroyum til at skipa ein tjóðgarð.

 

Á hvørjum ári verður skipað fyri gongutúrum til Hvannhaga, og hetta er ein væl vitjaður útferðarstaður fyri bæði útlendingar og føroyingar.

Útskriva skjalið Send skjalið
Hvannhagi, Suðuroy, Suderø, Føroyar, Faroes, "Faroe Islands", park, tjóðargarður
 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula