Palle Julsgart varð føddur í Keypmannahavn í 1944. Í gott 20 ár hevur hann búð á Tvøroyri. Palle er ein sera virkin listamaður, hann ger skulpturar og málar. Í 1999 lat hann upp eitt gallarí, sum eitur Gallarí Oyggin. Fleiri ymisk listafólk hava havt framsýningar í Gallarí Oynni, síðan tað lat upp, bæði føroysk og útlendsk listafólk. Í havanum, sum er rundan um gallaríið, standa nógvar standmyndir, á økinum yvirav gallarínum eru somuleiðis fleiri standmyndir at finna. Um summarið skipar Palle fyri listaferðum, har hann bjóðar undirvísing í málningalist umframt at skipað verður fyri útferðum. Les meira á http://oyggin.dk/
|