Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Hús og íbúðir
Leigutreytir
Ból & Biti
Gistingarhús
Hotel
Camping og tjaldingarpláss
Matmøðrafelagið
Skótahús
Jómsborg
Vesturhøll
Næmingaheim
Síðuyvirlit
Kamping og tjalding í Suðuroynni

Kamping í Trongisvági

Tvøroyrar kommuna vísir fólki til parkeringsøkið við ítróttarhøllina í Trongisvági, sí mynd, har kunnu rættiliga nógvir kampingvognar standa parkeraðir og fólkini hava atgongd til facilitetir, sum eru í ítróttarhøllini. Spyr teg fyri á Kunningarstovuni á Tvøroyri á telefon 611080, har kanst tú eisini gjalda fyri at nýta kampingøkið. Adressan hjá kampingplássinum í Trongisvági er: Smærugøta 7, 827 Trongisvágur. Gongugøta er frá ítróttarhøllini til viðalundina longri inni í Trongisvági, ein á rennur oman gjøgnum viðalundina og grillir eru tøkar. Kostnaður fyri húsvognar pr. nátt er kr. 150 íroknað el. Kostnaður fyri tjald pr. nátt er kr.100


Kamping í Vági

Skótahúsið í Vági er ovarliga í bygdini, Geilin 103, beint við viðarlundina. Har er náttúruvakurt og sera gott útsýni. Í Skótahúsinum eru allir hentleikar, sum kampistar kunnu nýta. Fólk kunnu seta tjald upp nærhendis og nýta hentleikarnir í Skótahúsinum við at gjalda fyri tað. Til ber eisini at sova inni í Skótahúsinum. Har er pláss til 115 fólk, harav 35 kunnu sova uppi á og 80 niðriundir. Á loftinum eru 9 kømur harav 8 smá og 1 størri, 2 fólk kunnu sova í teimum smáu kømurunum, meðan 4 fólk kunnu sova í tí størra kamarinum á loftinum. Niðriundir er stórur salur og har kunnu sum sagt upp til 80 fólk sova. Í Skótahúsinum eru 56 madrassur. Tú kanst bíleggja pláss til kamping í ella við Skótahúsið í Vági við at ringja til Majbritt Holm tlf. 272664. 


Kamping Vágseið

16. juni 2014 lat upp nýggja kampingplássið í Vági:Kamping Vágseið

Á kampingplássinum eru 12 pláss til kampingvognar, og við kampingplássið er tjaldingarøkið, sum er umleið 400 m2 til støddar.

Kampingplássið liggur í sera vøkrum umhvørvi við Vatnið í Vági. Stutt er til fótbóltsvøllin á Eiðinum og vøkru náttúruna vesturi á Vágseiði. Gøta er frá kampingplássinum oman til gøtuna kring Vatnið, og stutt er til gongu ella við bili heim í býin.

Á kampingplássinum eru allir hentleikar: el, vatn, atgongd til wc og brúsu, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu.

Skipan av kamping og tjalding

Kostnaðurin fyri hvønn kampingvogn er 150 kr. pr. dag. Íroknað gjaldinum er el, vatn, atgongd til brúsu og wc, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu. (kostar 20 kr. fyri vaskimaskinu og 30 fyri turkitrumlu).

Kostnaður fyri hvørt telt er 75 kr. pr. dag. Íroknað gjaldinum er atgongd til brúsu og wc, internet, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu (kostar 20 kr. fyri vaskimaskinu og 30 fyri turkitrumlu).

Samband

Útleigan av kampingplássum verður skipað av Visit Suðuroy, email: info@vagur.fo og tlf. 239390

 

Kamping við telti í Fámjin

Í Fámjin kanst tú búgva í telti á bønum hjá Eirik Olsen og nýta hentleikar sum t.d. toilet og brúsu í húsinum, sum er á stykkinum. Har er slætt og turt og góður sólargangur. Sera vøkur náttúra er í Fámjin, lítil ferðsla og sera barnavinarligt. Kostnaðurin er 100 kr. fyri hjørt teltið. Er veðrið ringt, ber eisini til at finna eina loysn innandura, sigur Eirik Olsen. Bílegging á Kunningarstovuni á telefon 611080, t-post info@tvoroyri.fo ella við at ringja til Eirik á telefon 223925. Sí annars heimasíðu hansara www.guest-house.dk Viðmerkjast skal, at hvørki handil ella matstova er í Fámjin, Kaféin í Fámjin er opin eftir áheitan og annars alt summarið seinnapartar og til kl. 22 um kvøldið. 

 

Kamping í Sumba

kamping, camping, suðuroy, vágur, tvøroyri, trongisvágur, trongisvági, vági, telt, húsvognur, gisting, gista
 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula