Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Suðuroyarbjørgini við Scopion
Søguslóðir í Sumba
Gongutúrur við Arnfríð
Gallarí Oyggin
Summarhús
Ruth Smith Savnið
Hvannhagi
Hvannhagi - Eitt tað mest sermerkta staðið í Føroyum

Hvannhagi vann heiðurin "Sermerkt náttúruøki 2008". Kunningarstovan skipar fyri gongutúrum til Hvannhaga eftir áheitan frá bólkum. Um summarið verða gongutúrar til Hvannhaga fyriskipaðir nærum hvønn leygardag. Onkuntíð verður túrurin fluttur til sunnudag, um tað ikki viðrar leygardag men heldur sunnudag. Landslagið er sermerkt í Hvannhaga, um tú hyggur á kortið á Google maps (satelittmyndin) so sær tað út sum um ein meteorur er dottin niður júst her. Fjøllini rundan um dalin eru høg og brøtt. Til ber at ganga niður í tveimum støðum, tað eina staðið er við har sum portur er sett upp. Hitt staðið er Frostgjógv sum er verri atkomulig. Summi ganga túrin niður har sum portrið er og uppaftur gjøgnum Frostgjógv, meðan onnur bert ganga túrin eftir rásini frá portrinum. Útsýnið er einastandandi vakurt frá Hvannhaga. Lítli Dímun og Stóri Dímun liggja beint uttanfyri og aðrar oyggjar síggjast eisini. Eitt vatn er í Hvannhaga, har ferðandi og tey lokalu av Tvøroyri, Trongisvági og Froðba plaga at fara útferð við matpakka. Her kanst tú sita og njóta friðin og vøkru náttúruna.

Set teg í samband við Kunningarstovuna á Tvøroyri, um tú ynskir at royna túrin við ferðaleiðara ella fyri at fáa vegleiðing um hvussu tú finnur fram til Hvannhaga sjálv/sjálvur. Túrurin við ferðaleiðara kostar 300 kr. pr. persón. Kunningarstovan á Tvøroyri hevur telefon 611080 og teldupost info@tvoroyri.fo

 

 

 

 

 

 

 

 

 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula