Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Tíðindasavn SU
Kort
Ferðasamband
Taxa, bussar og bilútleigan
Sjúkrahús, Løgregla
Matstøð
Vitjunarverd støð
Kirkjur
Bygdasøvn
Gallarí
Ruth Smith Savnið
Fornminni
Náttúra
Standmyndir
Vatnorkuverkið í Botni
Kolanám í Hvalba
Minnisvarðar
Útferðir
Handlar vm.
Frítíðarítriv
Tónleikarar
Listafólk
Vert at vita
Peningastovnar
Bátahylar
Síðuyvirlit
Bygdasøvn í Suðuroy

Á hesi síðu finnur tú upplýsingar um søvn í Suðuroynni (bygdasøvn).

 
Navn Bústaður Telefon Mynd Lýsing
Bóndahúsið uttan ánna Museum.Bóndahúsið uttan ánna MuseumSandvík+298 611080Bóndahúsið uttan ánna er bygdasavn í Sandvík, har ber til at síggja ymisk fornminni. Ring til Kunningarstovuna á Tvøroyri og hoyr nærri.
Bygda- og sjóvinnusavnið á Tvøroyri.Bygda- og sjóvinnusavnið á TvøroyriDoktaragøta
FO-800 Tvøroyri
+298 611080
+298 254941
Bygdarsavn. Fornminnissavn. Savnið er í gomlu doktarahúsinum á Tvøroyri, sum varð bygt í 1852. Húsið hevur verið brúkt til nógv ymisk endamál: Læknabústaður og læknaviðtala, Kommunuskrivstova, Politistøð, Bókasavn, Skúlastovur, Posthús, Havnaskrivstova og nú er tað Fornminnissavn.
Gamli Kongaligi Einahandilin - Museum, Pub og Kafé.Gamli Kongaligi Einahandilin - Museum, Pub og KaféHavnalagið
F-800 Tvøroyri

www.tfthomsen.com
Hesin bygningurin er hin fyrsti, sum var bygdur á Tvøroyri, tað hendi í 1836, tá Kongaligi Einahandilin var bygdur á hesum staði. Tá einahandilin var avtikin í 1856 keypti danin Thomas Frederik Thomsen henda og aðrar bygningar á Havnalagnum. Ognirnar eru enn í somu familju. 5 ættarlið ræður nú yvir ognunum, oldurabbasonurin við sama navnið er stjóri og Anna Kirstin Thomsen, systir hansara tekur sær av dagligu umsitingini, hon hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri ta arbeiði hon hevur gjørt við Pakkhúsunum, Seglloftinum og Krambúðini. Krambúðin - ella Pubbin, sum húsið vanliga verður nevnt av tvøráfólki, er eitt virkið hús, fólk fáa sær morgunmat her, seinnapartsdrekkamunn ella kanska okkurt sterkari seinni. Fríggjakvøld er ofta livandi tónleikur. Hesin spennandi bygningurin sigur ein part av Tvøroyrar søgu. Nógv gomul skjøl eru varveitt og bygningurin er friðaður, so alt sær út enn sum tað gjørdi fyrr.
Porkeris Bygdasavn.Porkeris BygdasavnFO-950 Porkeri+298 373176 / 266947 (Torgir) / 373850 (Magnus)Fornminnissavn, bygdarsavn. Savnið er í gamla skúlanum í Porkeri, sum var bygdur 1888. Nógvir ymiskir lutir frá gerandislívinum, bóndalívinum og sjólívinum. Reiðskapur frá landbúnaði og frá bátum.
Savnið á Mýri - Gallarí, Museum, Kafé.Savnið á Mýri - Gallarí, Museum, KaféStapavegur 1
FO-960 Hov

www.myrimuseum.com

+298 254591
Fiskastovan á Mýri er í Hovi. Tað er í gamla handlinum, sum fyrst stóð í Vági, vesturi á Gørðunum, men síðan bleiv flutt til Hovs. Í dag er tað gjørt í stand. Helvtin sær enn út sum handilin gjørdi, tá hann læt aftur, nógv gomul ting eru varveitt. Hin endin av húsinum er nýmótans og verður nýttur til listaframsýningar, kafé og annað. Loftið er eisini sett í stand. Skipað verður fyri gongutúrum til forn støð í Hovi.
Stóra Pakkhús - Mentanarhús og Sjósavn.Stóra Pakkhús - Mentanarhús og SjósavnOyrarvegur 7
FO-900 Vágur
+298 733090/210438Stóra Pakkhús í Vági er eitt mentanarhús, sum verður nýtt til tiltøk av ymiskum slag í miðhæddini, har ein hugnalig kafé er. T.d. er onkuntíð konsert, fyrilestur, sjónleikur, veitslur o.a. Á ovastu hæddini er Sjósavnið, har skiftandi framsýningar eru. Í 2009 er framsýning av modellskipum úr Vági, sum gingu burtur ella vóru sokkin undir seinna heimskríggi. Upplatingartíðir: Týsdag-hósdag kl. 9-11 ella eftir avtalu við Kunningarstovuna á telefon 733090.
Heimasíða: www.storapakkhus.com. Tiltøk kunnu eisini verða lýst á www.sudurras.com, www.kunning.fo, www.visitsuduroy.fo
Sumbiar sóknar bygdarsavn.Sumbiar sóknar bygdarsavn970 SumbaSumbiar sóknar bygdarsavn lat alment upp 19. maj 2012. Á savninum húsast eisini landsins størsta fuglasavn og er tað sumbingurin, Aksal Poulsen, ið miðvíst hevur arbeitt við savninum og er tað samstundis hann, ið plagar at vísa runt á savninum. Aksal Poulsen hevur stóran kunnleika um fugl og fuglalív og er tað serstakliga áhugavert at hoyra hann greiða frá teim ymsu fuglunum á savninum og fuglunum úti í náttúruni.
Vágs Bygdasavn, Vágur and World War II.Vágs Bygdasavn, Vágur and World War IIVágsvegur 101
FO-900 Vágur
Faroe Islands

www.vagsbygdasavn.com
Vágs Sóknar Bygdasavn er savn, sum sýnir fram modellir av 9 sluppum og skipum úr Vági, sum gingu burtur undir seinna heimsbardaga. Poul Niclassen úr Vági gjørdi øll modell skipini og lat tey sum gávu til Vágs Sóknar Bygdasavn. Savnið heldur til í Gamla Skúla á Vágsvegi 101 í vestaru hølunum á veghæddini. Opið sambært avtalu.
 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula