Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Hús og íbúðir
Leigutreytir
Ból & Biti
Gistingarhús
Miðbrekkan
Undir Heygnum
Í Valinum
Hotel
Camping og tjaldingarpláss
Matmøðrafelagið
Skótahús
Jómsborg
Vesturhøll
Næmingaheim
Síðuyvirlit
Gistingarhús í Suðuroynni

Gistingarhúsið

undir Heygnum

 

Undir Heygnum 32 

FO-800 Tvøroyri

Tel. +298 372046
Fax +298 372446

guesthouse@kallnet.fo

guest-house.dk

 

Les meira á heimasíðuni hjá Gistingarhúsinum undir Heygnum. Gistingarhúsið liggur væl fyri í eystara endanum av Tvøroyri, á veg út til Froðba, tað er stutt til handils og fáir hundrað metrar til miðbýin. Tráðleyst internet. Sjónvarp og parabol. Eldsløkkiútgerð. Frítt útsýni er yvir Trongisvágsfjørð. Bátur og bátabrúgv hoyrir til húsini, fiskatráur, bjargingarvestar og heildraktir fáast til láns. Vaskimaskina, turkitrumla, puslipúta, barnasong og barnastólur eru eisini í húsinum. Niðasta hæddin er sera barnavinarlig, har kunnu børnini renna beint út á terassuna og grasfløtuna. Girðing er rundanum og lásið er ringt at lata upp hjá børnum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Gistingarhúsið í Miðbrekkuni

Gistingarhús og Skúlaheim  

Miðbrekkan 12
FO-800 Tvøroyri
Fartlf.00298 259777

http://www.gista.fo

mailto:gista@gista.fo

Gistingarhúsið í Miðbrekku liggur mitt á Tvøroyri, tað er stutt til handils og náttarlív. Gistingarhúsið lat upp í 2008. Húsið er nýrenoverað. Á gistingarhúsinum eru 10 kømur í tveimum hæddum: 7 einkult kømur í ovaru hæddini og 3 dupult eru í niðaru hæddini. Í báðum hæddunum er køkur við stovu. Á miðhæddini eru 2 brúsur og 2 toilet. Á ovastu hæddini eru 3 toilet og 3 brúsur. Sjónvarp er á báðum hæddunum í stovuni.
Øll kømurini verða leigaði út við innbúgvi, og hentleikar sum tráðleyst internetsamband og televarp er eisini í húsinum. Leigararnir hava eisini góðar umstøður til klædnavask, tí vaskirúm við vaskimaskinum og turkitrumlu er til taks í niðastu hæddini. Fleiri parkerings pláss hoyra til gistingarhúsið. Um veturin verður gistingarhúsið mest brúkt til skúlaheim til næmingar sum ganga á Heilsuskúlanum, um summarið verður gistingarhúsið í Miðbrekku brúkt til ferðavinnu.

 


Miðbrekka, Tvøroyri

 

 






 

 

Gisting, gistingarhús, Suðuroy, Tvøroyri, Heilsuskúlin, Skúlaheim, Næmingaheim, Gamla Politistøðin, Miðbrekkan, Kunningarstovan
 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula