Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Tíðindasavn SU
Kort
Ferðasamband
Taxa, bussar og bilútleigan
Sjúkrahús, Løgregla
Matstøð
Vitjunarverd støð
Kirkjur
Bygdasøvn
Gallarí
Ruth Smith Savnið
Fornminni
Náttúra
Standmyndir
Vatnorkuverkið í Botni
Kolanám í Hvalba
Minnisvarðar
Útferðir
Handlar vm.
Frítíðarítriv
Tónleikarar
Listafólk
Vert at vita
Peningastovnar
Bátahylar
Síðuyvirlit
Náttúran í Suðuroy
Suðuroyggin hevur nógv vitjunarverd støð, tá talan er um náttúru. Niðanfyri sæst yvirlit yvir nøkur av hesum støðum.
Suðuroy, Føroyar, stað, severdigheit, náttúra, natúr, fjøll, bjørg, "vert at vitja", vitjunarvert
 
Navn Mynd Lýsing
Á Røðini vestanfyri Trongisvág.Á Røðini vestanfyri TrongisvágÁ Røðini er sera vakurt stað á eggini við Trongisvágsbotn. Gangast kann til staðið, gøtan gongur mót vestri og byrjar við munnan á Hvalbiartunnlinum á syðru síðuni. Eitt skelti vísir veg, har stendur "Kikarin". Gøtan endar tó langt áðrenn ein kemur til staðið. Restina av túrinum kann ein fylgja "prestunum" (træpinnar) sum eru settir niður í jørðina, fyri at tað skal vera lættari at finna vegin fram. Um summarið er ein kikari settur upp á Røðini, og tí verður staðið eisini rópt Kikarin.
Akraberg.AkrabergAkraberg er eitt vakurt stað syðst í Suðuroynni, 2 km í ein landsynning av Sumba. Har sæst sjónarringurin til nærum allar síðir uttan móti norði. Har er vakurt og nógvur fuglur heldur til har. Ein viti varð bygdur í Akrabergi í 1909. Ongin býr fast har nú, men vitapassarin hevur búð har til 1988, og áðrenn svarta deyða búðu frísar har. Ein vegur er frá Sumba til Akraberg. Flesjarnar síggjast úr Akrabergi, tær eru syðstu klettar í Føroyum.
Ásmundarstakkur.ÁsmundarstakkurÁsmundarstakkur er vestanfyri Sandvík. Ein smalur grúsvegur førir næstan allan vegin vestur til hetta vakra stað. Til ber sjálvandi eisini at ganga frá Sandvík.
Beinisvørð.BeinisvørðBeinisvørð er vert at vitja. Beinisvørð er næsthægsta berg í Føroyum. Tað sæst best frá Hestinum sum er á veg millum Lopra og Sumba, um koyrt verður eftir gamla bygdavegnum. Beinisvørð sæst eisini frá Eggjunum við Vág og frá Lopranseiði. Til ber eisini at fara við ein siglitúr undir Beinisvørð. Spyr á Kunningarstovuni í Vági, tlf. 733090 ella Sigurd Gudmunsson, sum eigur bátin Scorpion, tlf. 213359.
Eggjarnar.EggjarnarEggjarnar eru beint sunnanfyri Vág. Har er sera vakurt útsýnið til vestursíðuna av Suðuroynni. Tú sært Lopranseiðið og Beinisvørð. Tú kanst ganga ella koyra niðan har. Vegurin byrjar á Eggjarvegi hinumegin land í Vági. Loranstøð var har fyrr, bygningarnar eru har enn.
Fámara.FámaraFámara er eitt sera vakurt stað í ein útnyrðing av Vági. Vegurin norður í Botn og til Ryskivatn er sami vegur sum førir til Fámara tað fyrsta petti av vegnum. Koyrast skal eftir Bøgøtu í Vági, síðan eftir Skálavegi.
Hvalbiareiði.HvalbiareiðiHvalbiareiði, sum eisini verður rópt Fiskieiði. Ein trappa er gjørd oman til sjóvarmálan. Hvalbingar róðu út frá hesum eiðinum fyrr. Nú er tað bert hendingaferð at tað verður róð út frá Hvalbareiðinum. Kópur heldur til við Fiskieiði.
Hvannhagi.HvannhagiHvannhagi vann heiðurin fyri "Sermerkt náttúruøki" í "Umhvørvisátakinum 2008", sum Føroya Kommunufelag skipaði fyri.
Hvannhagi verður av Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag mett at vera besta pláss í Føroyum til at skipa ein tjóðgarð. Vakurt útsýni er til Lítla og Stóra Dímun úr Hvannhaga. Tú kanst bert ganga til Hvannhaga. Set teg í samband við Kunningarstovuna á Tvøroyri, so kann hon skipa fyri ferðaleiðara til túrin, tlf. 611080.
Kirkjuvatn.KirkjuvatnKirkjuvatn er beint norðanfyri Fámjin, tað tekur stutta tíð at ganga til Kirkjuvatn.
Lítla Dímun.Lítla DímunLítla Dímun er einasta oyggj í Føroyum, har ongi fólk búgva. Hvalbingar eiga Lítlu Dímun og rópa hana oftast bara Oyggin. Hvalbingar eru á hvørjum ári úti í Oynni eftir seyði. Eisini gera teir túrar út í Oynna. Sí meira á heimasíðuni www.litladimun.com
Lopranseiði.LopranseiðiLopranseiði er vestanfyri Lopra, tá tú kemur úr Vági, skal tú fara til høgru beint áðrenn tú kemur til Lopra, áðrenn pyramidu formaða fjallið Kirvi. Tað tekur ikki langa tíð at ganga til Lopranseiði. Har er sera vøkur náttúra og einastandandi útsýni móti Lopransholmi og Beinisvørði og vestursíðuna av sunnara helmingi av Suðuroynni. Eitt hollendskt skip, Westerbeek, sigldi á land við Lopranseiði 2. sep. 1742.
Parkin á Sandinum.Parkin á SandinumÍ parkini á Sandinum í Vági ber til at njóta vøkru náttúruna, ein stillan gongutúr ella sessast og njóta fría útsýnið yvir bygdina.
Stabbagrót Froðba.Stabbagrót FroðbaStabbagrót í Froðba. Tað ber eisini til at finna stabagrót onnur støð enn Froðba, eitt nú omanfyri Hov, um tú koyrir eftir gamla bygdavegnum millum Hov og Tvøroyri. Henda myndin er tikin á Froðbiarvegi. Eitt annað stað í Froðba, har forvitisligt stabbagrót er, er niðri við sjóvarmálan í Kúlugjógv.
Stabbagrót í Hovi.Stabbagrót í HoviStabbagrót omanfyri Hov í Hovseggini. Sæst fram við vegnum, sum fyrr var einasti vegur millum Hov og Øravík, nú er tunnil eisini, sum tey flestu heldur brúka. Útsýni er eisini einastandandi vakurt frá hesum staði, stórur partur av syðru helvt av Suðuroynni sæst. Beint norðanfyri Hovsegg er eisini gott útsýni móti norði, har stórur partur av norðaru helvt av Suðuroynni sæst og útsýni til fleiri oyggjar er stórsligið. Í góðum veðrið sæst heilt norður til Norðuroyggjar.
Vágseiði.VágseiðiVágseiði er vestanfyri bygdina Vág. Eitt sera vakurt stað, sum ofta verður brúkt sum motiv á málningum og myndum. Har er ofta brim. Vágbingar brúktu fyrr Vágseiðið til útróður.
 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula