Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Tíðindasavn SU
Kort
Ferðasamband
Taxa, bussar og bilútleigan
Sjúkrahús, Løgregla
Matstøð
Vitjunarverd støð
Kirkjur
Bygdasøvn
Gallarí
Ruth Smith Savnið
Fornminni
Náttúra
Standmyndir
Vatnorkuverkið í Botni
Kolanám í Hvalba
Minnisvarðar
Tvøroyri
Poul F. Joensen minnisvarði
Royndin Fríða
Porkeri
Vágur
Útferðir
Handlar vm.
Frítíðarítriv
Tónleikarar
Listafólk
Vert at vita
Peningastovnar
Bátahylar
Síðuyvirlit
Minnisvarðar í Suðuroynni til minnis um tey sjólátnu

Í Suðuroynni eru fleiri minnisvarðar reistir til minnis um tey fólk sum hava latið sítt lív á sjónum. Tey flestu eru sjómenn, men eisini onnur hava verið úti fyri druknivanlukku ella eru deyð umborð á skipi.

Minnisvarðin í Vági

Minnisvarðin í Vági er mitt í býnum á Vágsvegi, tætt við handilsmiðstøðina Torgið, og umleið hundrað metrar vestan fyri Vágs Kirkju. Minnisvarðin er ein standmynd úr kopari, ein kvinna sum heldur einum stýri. Aftanfyri standmyndina eru kopar plátur settar niður á jørðina við nøvnunum á teimum vágbingum, sum lótu sítt lív á sjónum.

Minnisvarðin í Porkeri

Porkeri hevur fleiri ferðir verið sera meint rakt av báts- og skipsvanlukkum, har fleiri porkenningar hava verið umborð og eru sjólætnir. Minnisvarðin er úr lagaðum gróti og stendur ovarliga í bygdini, á vegamótinum har ið vegurin út í Bø byrjar, og har tann gamli bygdarvegurin førir niðan til høvuðsvegin. Har er ein stórur minnisvarði mitt í við krossi á, og so fleiri smærri rundan um tann stóra, nøvnini á teimum sjólætnu standa á teimum smærru steinunum. Sí myndina til høgru her á síðuni.

Minnisvarðin á Tvøroyri

Minnisvarðin á Tvøroyri er úr føroyskum gróti, har er ein stórur steinur í miðjuni og so fleiri minni steinar runt um tann stóra. Tann stóri hevur kross og úr gulli ovast og so eina runda plátu. Minnisvarðin stendur eystarliga í bygdini, á tí ovara vegnum sum førir út til Froðba.

 

 

 

 

 

Minnisvarðin í Hvalba

Minnisvarðin í Hvalba er úr lagaðum gróti og stendur tætt við sjóvarmálan og havnina. Minnisvarðin sæst, tá ein koyrir eftir vegnum sum førir til Sandvíkar. Nøvnini á teimum sjólætnu standa á plátum, sum eru settar á minnisvarðan. Sí mynd til høgru her á síðuni.

 

 

 

Minnisvarðin um Skaðagrindina í Sandvík

Í Sandvík er minnisvarðir reistur til minnis um teir 14 menninar sum lótu lív í skaðagrindini í Sandvík í februar 1915, tá tveir bátar holvdust, meðan teir róku eina grind inn til Sandvíkar. Fýra av monnunum vóru úr Sandvík og 10 vóru úr Hvalba.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 

 

 

 

 

 


 

 

 

 

 

 

 

 

 


 

 

 

 

 

 

 

 


 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula