Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Tíðindasavn SU
Kort
Ferðasamband
Taxa, bussar og bilútleigan
Sjúkrahús, Løgregla
Matstøð
Vitjunarverd støð
Útferðir
Handlar vm.
Frítíðarítriv
Tónleikarar
Listafólk
Vert at vita
Peningastovnar
Bátahylar
Síðuyvirlit
Tónleikalívið í Suðuroynni

Suðuroyggin hevur eitt ríkt tónleikalív. Her eru fleiri sangarar, orkestur og kór í oynni og onnur eru úr Suðuroy men búgva aðra staðni. Musikkskúlin hevur fleiri fastbúgvandi lærarar her í løtuni, børnini fáa holla undirvísing í at spæla ymisk instrumentir og í at syngja. Suðuroyar Tónleikafelag varð stovnað í 2008. Harumframt framføra tónleikarar norðanfjørðs eisini her suðuri á tónleikastøðunum.

Guðrun Sólja Jacobsen
Nevnast kann, at Guðrun Sólja Jacobsen av Tvøroyri vann donsku sjónvarps sangkappingina "Stjerne for en aften" í 2003. Í 2008 sang hon í donsku útgávuni av Disney teknifilminum um Klokkeblomst. MySpace profilur hjá Guðrun, har tú m.a. kanst hoyra hana syngja "Tú dregur meg sum ein magnetur" eftir Pól F. Myndin av Guðrun er frá hennara MySpace profili.

Pól Arni Holm, fyrrverandi forsangari í Týr
Pól Arni Holm av Tvøroyri var við til at stovna nú heimskenda orkestrið Týr. Hann var forsangari í Týr frá stovnanini í 1998 til 2002, eftir at fløvan How far to Asgaard kom út. Pól Arni syngur m.a. sangin Ormurin Langi, sum er teirra egna tulking av føroyska kvæðnum við sama heiti. Til ber at síggja video av Pól Arna og øllum hinum úr Týr á YouTube, hoyr "Ormurin Langi" við Pól Arna Holm sum forsangara við at trýsta her. Síggj og hoyr Hail to the Hammer. Myndin av Pól Arna Holm er frá heimasíðuni hjá Týr.

Brandur Enni
Brandur Enni er virkin tónleikari av Tvøroyri, sangari og sangskrivari, hann nemur sær tónleika útbúgving í Svøríki og hevur í 2008 verið við í Eurovision kappingini í Svøríki, men vann tó ikki. Hann hevur eisini sungið ein sang í sambandi við premieruna av ungdómsfilminum High School Musical 3. Brandur sang duet við svensku sangarinnuni Molly Sandén, sangurin eitur "Just här, just nu". Sangurin hevur ofta verið at hoyra í sjónvarpsrásini Disney Channel. Brandur byrjaði sína tónlistarligu lívsleið á ungum aldri, tá hann gjørdist barnastjørna í Føroyum og øðrum londum við bert 12 ára gamal, tá hann útgav sína fyrstu fløvu "Waiting in the Moonlight". Les meira á brandur.com og hoyr tónleik hansara á MySpace.

Tróndur Enni
Tróndur Enni er virkin tónleikari í Suðuroy, hann starvast sum tónleikalærari í Suðuroyar Musikkskúla og spælir við ymiskum tónleikarum, m.a. Una Debess. Nú er Tróndur eisini við í nýggja tónleikabólkinum "Eyðun og Lærusveinarnir" saman við Eyðun Nolsøe og trummuspælaranum Brandur Jacobsen. Harumframt spælir Tróndur Enni eisini við Tvøroyrar Hornorkestri. MySpace profilurin hjá Tróndur Enni, har myndin eisini er frá. Tróndur og Brandur Enni eru beiggjar og sera evnaríkir tónleikarar.

Rúni Brattaberg
Rúni Brattaberg úr Vági er kendur bass operasangari. Hann er føddur í 1966, sonur Árna og Karin Brattaberg, sum stovnaðu fyritøkuna Sirri. Rúni er giftur við Suzanne Brattaberg-Jacoby, sum eisini er operasangari. Les meira um Rúna Brattaberg á Wikipedia. Myndina av Rúna Brattaberg hevur Arne List tikið, sí Flickr myndasavnið.

Aðrir tónleikarar/sangarar
Nakrir av virknastu tónleikarunum í Suðuroynni í løtuni munnu vera: Dagfinn Olsen, Hjalmar Magnussen, Trúgvi Strøm, Eyðun Ásason og Neil Joensen. Harumframt er Eyðun Nolsøe, sum m.a. er kendur frá Frændum fluttur til Suðuroynna at búgva og hevur framførslur her av og á. Eyðun Nolsøe er klaksvíksingur men hevur eisini røtur her suðuri frá.

Christel Lisberg er sangkvinna úr Suðuroynni, hon er dóttir Jens Lisberg, sum eisini er sangari, hann syngur country, gospel og blues. MySpace profilur hjá Jens Lisberg. Faðir og dóttir framføra onkuntíð saman. Jens Lisberg spældi við orkestrinum Sputnik og øðrum orkestrum her suðuri í 80'unum. Hans Jacob Hjelm er sangari úr Vági, sum ofta er at hoyra í Útvarpi Føroya. Hann hevur m.a. sungið Vágssangin, sum Niels Petur Nolsøe hevur yrkt.

Georg Eystan á úr Sumba var sera virkin í tónleikalívinum í Suðuroynni í 1980'unum og hevur givið plátu/fløvu út. Fimbogi og Kári Lisberg úr Sumba hava eisini verið aktivir innan tónleikalívið her suðuri og eru tað framvegis, nú orkestur teirra frá 80-árunum Starlight er virkið aftur (trið niðasta myndin).

Robert Mc Birnie úr Vági hevur havt eitt sera virkið tónleikalív. Hann ferðaðist runt Føroya land í 60'árunum við Faroe Boys sum forsangari og varð eisini kendur í Íslandi tá.

Orkestur
Av orkestrum innan tónleikin í Suðuroynni kunnu nevnast: Ergo (5. myndin s/h), 005, Revival, Deiggj, Froðbiar Sóknar Blues Orkestur (myndin høgrumegin),  Mr. Country, Starlight (næstniðasta myndin) og Trio. Onnur orkestur eru eisini. 

Deiggj
Deiggj varð stovnað í 1981 og er enn virkið rock orkestur. Limirnir í Deiggj síðan 2006 eru hesir: Dennis Lave, Páll Lave, Pætur Dam, Fróði Vestergaard, Sverri Heinesen og Herluf Hermansen. Á Jóansøkufestivalinum í 2007 á Tvøroyri spældi Deiggj saman við John Lawton, fyrrverandi Uriah Heep sangari, sí mynd høgrumegin, sum er lánt frá MySpace profilinum hjá Deiggj. Les meira um Deiggj og hoyr nøkur av teirra føroysku løgum á teirra MySpace profili. 

Hornorkestur
Tvøroyrar Hornorkestur hevði 30 ára jubileum í 2008, dagurin varð hildin við konsert á Seglloftinum, sí niðastu myndina.

Kór
Av sangkórum í Suðuroy kunnu nevnast Kirkjukórið Ljómur, Manskórið og Barnakórið í Vági, Suðuroyarkórið úr Brøðrasamkomuni og Streingjakórið í Porkeri. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula