Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Suðuroyarbjørgini við Scopion
Søguslóðir í Sumba
Gongutúrur við Arnfríð
Gallarí Oyggin
Summarhús
Ruth Smith Savnið
Hvannhagi
Ferðist í egnum landi

Suðuroy

Suðuroyggin er sermerkt, ikki bara mentanarliga, men eisini landafrøðiliga. Afturímóti flestum øðrum oyggjum eru hon gjørd úr undirfláum og miðfláum við nógvum koli og stabbagróti, har mesti partur av Føroyum er gjørdur av ovastu basaltfláuunum. Lendið er eisini eyðkent við firðum og sløttum strondum fyri eystan, og stórslignum bjørgum fyri vestan.

Ongastaðni í Føroyum kanst tú so ómakaleyst njóta bjørgini sum her suðuri. Tú kanst koyra niðan á Hestin og síggja Beinisvørð og bjørgini vestan fyri Lopra og Vág, ella koyr niðan á Eggjarnar og njót hugtakandi útsýnið haðani yvir steyrrøtt bjørg, stakkar og sker, so langt eygað sær. Tí vegurin gongur næstan at sjálvari eggini.

Og vilt tú bjóða tær sjálvum og hæddunum av, kanst tú síga við hvalbingum á Norðbergseiði og fáa eina uppliving fyri lívið.

Suðuroyggin hevur eisini ótald støð at bjóða teimum mentanarhugaðu. Her eru víkingagravir og grindabátar frá fyrndartíð, bygdarsøvn, ið lýsa gamlar dagar á land og sjógv, og her eru søvn við fremstu list hjá Ruth Smith og øðrum listafólki. Og fyrsta føroyska flaggið, sum hongur í kirkjuni í Fámjin.

Ella ger eina ferð suður við familjuni, har tit taka tykkum av løttum ein dag ella tveir. Gistingarmøguleikarnir eru nógvir, og vertirnir hjúkla væl um tykkum, tá ið tit koma aftur á kvøldi, mett av dagsins upplivingum.

Vælkomin til Suðuroyar.

 ,

 

Ferðist í Føroyum, Ferðast, kampanja, Føroyar, Ferðing, átak, uppliva, uppliving, familja, húski, familjuferð, ferðing, Føroyum, Suðuroy, Suðuroyar, Suðri, Suðuroynni, kunning, kunningarstova, ferðavinna
 

 

 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula