Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Suðuroyarbjørgini við Scopion
Søguslóðir í Sumba
Gongutúrur við Arnfríð
Gallarí Oyggin
Summarhús
Ruth Smith Savnið
Hvannhagi
Sagnarslóðir í Sumba - Lættur gongutúrur fyri børn og vaksin
Hoyr um gandakonuna Barbaru við Kvíggjá og onnur

Túrurin byrjar við Samkomuhúsið í Sumba. Hoyr spennandi søgur um Trøllagentuna Titultátu, sum búði í einum steini. Vit ganga niðan til Kvíggjá, har tiltikna Barbara við Kvíggja búði og liggur grivin. Hoyr søgur um Barbaru og um hennara gandakynstur. Vit hyggja eisini at gandasteinunum sum liggur í einum fossi. Søgnin sigur, at man ikki má ganga ímillum steinarnar, har Barbara liggur grivin. Tað sigst, at gongur man millum steinarnar livir man ikki árið út. Ein steinur verður nevndur ”Lekja”. Tað var har ið Barbara vaskaði klæðir. Steinurin er har enn, hann er holaður.

Frásøgufólk / ferðaleiðiari verður antin Arnfríð, bóndin í Sumba, ella Fríðbjørg, sum er lærari.

Túrurin tekur umleið ein tíma og kostar 50 kr. fyri hvønn

Túrurin kann gerast fyri barnafamiljur ella bólkar, t.d. skúlaflokkar og barnagarðar

Bílegging: Ring til Arnfríð V. Hentze á telefon 254043 og Fríbjørg Poulsen á telefon 370554.

 

 

 

 

 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula