Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Gisting Kunning Um okkum Suðuroy Føroyar Tiltøk
Suðuroyar Ferðavinnufelag
Søga
Nevnd
Endamál
Viðtøkur
Kunningarstovurnar
Aðrar kunningarstovur
Síðuyvirlit
Viðtøkur fyri Suðuroyar Ferðavinnufelag

§ 1. Navn og heimstaður

Navn felagsins er ”Suðuroyar ferðavinnufelag”, og heimstaðurin hjá felagnum er á kommunuskrivstovuni í tí kommununi, nevndarformaðurin er frá.

 

 

§ 2. Endamál felagsins

Endamálið við felagnum er at menna og samskipa ferðavinnuna í Suðuroy, stuðla uppundir og menna ferðavinnufremjandi tiltøk og virka fyri at økja um kunnleikan til mentan og søgu okkara.

 

 

§ 3. Limaskapur

Allar kommunurnar í Suðuroy eru limir í felagnum, og øll onnur virkandi innan ferðavinnuna í Suðuroy hava rætt til limaskap í felagnum.

 

 

§ 4. Nevnd

Stk. 1 . Kommunurnar velja hvør sítt umboð og varaumboð í nevndina eftir hvørt kommunuval. Nýggja nevndin tekur við á fyrst komandi aðalfundi eftir kommunuval.

Stk. 2 . Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni og kassameistara. Samskiparin er skrivari.

Stk. 3 . Nevndin ger sjálv sína starvsskipan.

Stk. 4. Allar samtyktir verða førdar í gerðabók, sum verður undirskrivað á sama fundi av fundarluttakarunum.

Stk. 5. Nevndin tekur avgerð við í minsta lagi tveimum triðingum í atkvøðumeiriluta, og er nevndin einans viðtøkufør, tá ið í minsta lagi fýra limir eru møttir á fundi.

Stk. 6 . Nevndin kemur saman í minsta lagi eina ferð hvønn ársfjórðing.

Stk. 7. Eftir hvønn regluliga nevndarfund kunnar samskiparin kommunustýrini um fíggjarligu og roknskaparligu viðurskiftini hjá felagnum.

 

 

§ 5. Aðalfundur

Stk. 1. Aðalfundurin er hægsta vald felagsins.

Stk. 2 . Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í fyrsta ársfjórðingi, og skal fráboðast limunum skrivliga saman við nágreiniligari dagsskrá, innkomnum málum, roknskapi fyri farna ár, uppskoti til fíggjarætlan fyri komandi ár minst 14 dagar frammanundan.

Stk. 3. Aðalfundarskrá:

 

1.

Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2.

Formansfrágreiðing

3.

Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi

4.

Val av grannskoðara

5.

Fíggjarætlan fyri komandi ár og áseting av limagjaldi

6.

Innkomin mál

7

Orðaskifti um arbeiðið komandi árið

8.

Ymiskt.

 

 

 

Stk. 4 . Á aðalfundi møta borgarstjórarnir, ella varaumboð teirra, hjá einstøku limakommununum, hvør við sínari atkvøðu. Aðrir kommunustýrislimir enn borgarstjórar hava eisini rætt at møta og taka orðið, men hesir hava kortini ikki atkvøðurætt. Sama rætt til at møta á aðalfundi og taka orðið, men uttan atkvøðurætt, hava eisini aðrir limir í felagnum enn kommunurnar. Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur.

Stk. 5 . Avgerðir verða tiknar við í minsta lagi tveimum triðingum í atkvøðumeiriluta, tá einki annað er tilskilað (sí § 13). Tá veljast skal millum fleiri uppskot, verður meirilutavalhátturin brúktur.

Stk. 6 . Avgerðir á aðalfundi verða førdar í gerðabókina, sum verður váttað av fundarstjóranum.

 

 

§ 6. Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur skal vera so skjótt sum gjørligt, tá ið meira enn helvtin av nevndini skrivliga biður um tað. Eykaaðalfundurin kann kallast inn við minst tríggja daga freist og skal fráboðast kommununum í innskrivaðum brævi.

 

 

§ 7. Tekningarreglur

Samskiparin umboðar og teknar felagið, sí tó § 10.

 

§ 8. Ábyrgd

Eingin nevndarlimur heftir persónliga fyri skyldum felagsins. Felagið heftir bert við ognum sínum.

 

 

§ 9. Virkið hjá felagnum

Stk. 1 . Til at útinna dagliga virkið hjá felagnum, setur nevndin ein samskipara. Samskiparin virkar, saman við kunningarstovunum, í samsvari við endamálsorðingina hjá felagnum og skal m.a. veita limum felagsins hjálp og vegleiðing. Samskiparin vísir til nevndarformannin.

Stk. 2 . Kunningarstovuleiðarar vísa til samskiparan.

Stk. 3 . Nevndin játtar onnur størv. Samskiparin setur størvini.

 

 

§ 10. Fígging

Stk. 1. Allar kommunurnar í oynni eru við til at fíggja útreiðslurnar í sambandi við samskiparan og virksemi hansara, og verður hvør kommuna at gjalda sín lutfalsliga part í mun til íbúgvaratalið.

Stk. 2. Kommunurnar gjalda útreiðslurnar nevndar í stk. 1 við játtan einaferð um árið. Felagið kann ikki við lánum ella á annan hátt leggja fíggjarligar bindingar á kommunurnar, uttan so at kommunurnar frammanundan hava givið sítt samtykki.  

Stk. 3 . Nevndini er heimilað at fáa til vega pening á annan hátt, eitt nú við at søkja um almennan stuðul. Somuleiðis er samskiparanum heimilað at skipa fyri inntøkufremjandi tiltøkum.

 

 

§ 11. Roknskaparár

Roknskaparárið er álmannakkaárið. Roknskapurin skal verða grannskoðaður av góðkendum grannskoðara og undirskrivaður av nevndini.

 

 

§ 12. Lógarbroyting

Uppskot um lógarbroyting skal lýsast sum serstakt mál á fyrst komandi aðalfundi. Lógarbroytingar kunnu bert verða framdar, um í minsta lagi tríggir fjórðingar av møttu limunum atkvøða fyri.

 

 

§ 13. Avtøka av felagnum

Stk. 1. Til avtøku av felagnum krevst viðtøka á eykaaðalfundi, lýstur við einans hesum máli á skránni. Tó krevst, at í minsta lagi tríggir fjórðingar av øllum borgarstjórunum atkvøða fyri avtøku. Fæst hesin meiriluti ikki, kann nevndin kalla inn til nýggjan aðalfund, har tríggir fjórðingar av møttu borgarstjórunum kunnu samtykkja avtøku.

Stk. 2. Verður felagið tikið av, skulu ognirnar hjá felagnum latast kommununum í oynni í mun til fólkatal í hvørjari kommunu.

 

Viðmerking:

Hvør einstøk kommuna er framvegis vælkomin at skipa sína Kunningarstovu, eins og Tvøroyri og Vág hava nú. Starvsfólkið á Kunningarstovunum eru í starvi hjá viðkomandi kommunu, sum eisini rindar teimum løn og leggur høli til.



 

Omanfyristandandi viðtøkur vóru samtyktar á eykaaðalfundi hjá Suðuroyar Ferðavinnufelag í Øravík hin 2. november 2009. Atkvøðurætt høvdu sambært viðtøkunum borgarstjórarnir í Suðuroynni. Allir borgarstjórarnir í Suðuroynni vóru møttir á eykaaðalfundinum.

 

 

 

 

 

 

 

 

viðtøkur, lóg, kunngerð, grein, felag, ferðavinna, ferðavinnufelag, nevnd, nevndarlimir, reglugerð, aðalfundur, eykaaðalfundur, Suðuroy, Suðuroynni, turisma, vinna, ferðavinnunevnd
 
Visit Suðuroy - Tvørávegur 37 - FO-800 Tvøroyri - tlf. +298 611080 - fax +298 371814. - infotvoroyri.fo
Visit Suðuroy - Vágsvegur 57 - FO-900 Vágur - tlf. +298 239390 - infovagur.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula