12 Jun
Suðuroy
Free
Music
Nature & Outdoors

Postponed: Orðið á borðið túr við Johannu TG 326

x

Tað er ”Orðið á borðið” sum skipar fyri og á túrinum verður skipa fyri frásøgu um sluppina Johannu, sangur, andakt, prát og hugni. Á túrinum vestur um, verður Eli Poulsen úr Sumba við og kemur at siga frá meðan siglt verður.

Tá Johanna kemur aftur á Vágsfjørð, verður grilla umborð og dagurin endar við at ”Orðið á borðið” skipar fyri almennari sangløtu á havnalagnum ella á fjørðinum.

Fyri at ein slíkur flottur túrur sum hettar kundi gerðast veruleiki, var neyðugt at søkja um stuðul og vit eru sera fegin og takksom um at Vágs Kommuna, Tangavirkið, Rock Trawldoors og Kirvi vildi veita okkum stuðlul og harvið verða við at gera túrin til veruleika.

Vegna veður og vind, eru tíðirnar ikki fastlagdar enn, men vit boða frá tá endaliga skráin fyriliggur.

Hettar skal eisini síggjast í ljósinum av teimum nýggju almennu korona tilmælunum sum blivu lýst, fram til og við tórsdagin 10 juni. Er tað soleiðis at tilmælini standa við tórsdagin, verður túrurin útsettur til eitt annað tíðspunkt í summarhálvuni.

Address

Johanna TG 326

Bryggjan 12
900 Vágur
Suðuroy

Date

12 Jun

Price

Free