{{::favorite.title}}
{{::favorite.excerpt}}
Fiskastykkið læt upp í juni 2019 í tí ovasta pakkhúsbygninginum Úti á Gjógv í Sandavági. Hølini eru rúmlig, barnavinarlig og atkomandi hjá fólki í koyristóli.
Fiskastykkið borðreiðir við løttum og leskiligum rættum til morgunmatar og frokost. Vit leggja stóran dent á at gera heimagjørdan og heilsugóðan mat – eitt nú er fiskur, grønmeti og heimagjørt breyð altíð á matskránni. Harafturat ber til at njóta ein góðan drekkamunn við onkrum søtum afturvið frá okkara dugnaliga kondittara.
Til børnini borðreiða vit við einum sunnum og vælsmakkandi barna-borðiski.
Sí matskránna á heimasíðuni fiskastykkid.fo.
Vit hava møguleika fyri at hýsa bólkatiltøkum og at gera matpakkar til starvsfólkaútferðir og onnur tiltøk. Í sambandi við bólkatiltøk hava vit 65 sitipláss á kaféini.
Tað ber til at venda sær til okkara við fyrispurningum á fiskastykkid@fiskastykkid.fo ella við at ringja +298 250600.
12 Úti á Gjógv
360 Sandavágur
Vágar
av