{{::favorite.title}}
{{::favorite.excerpt}}
Marianna Norðoy eigur og rekur Galerie Focus, sum lat upp sína fyrstu framsýning 19. juli 2002. Framsýningarnar hava verið væl vitjaðar alt árið. Um várið og heystið hava nógv ferðafólk vitjað.
Umframt at selja myndlist og skipa fyri framsýningum hevur Galerie Focus ráðgevandi virksemi. Vit kunnu, í samstarvi við keypara, finna tað rætta keypið, bæði tá tað snýr seg um gávur, keyp av myndlist til fyritøkuna og privat.
Galerie Focus hevur samskifti við flest øll viðurkend myndlistafólk í Føroyum, hetta gevur eitt ríkt úrval av list í at velja hjá tygum. Vit átaka okkum alt listainnkeyp og umsiting av list hjá stovnum og fyritøkum saman við teirra leiðslu. Møguligt er eisini at nýta Galerie Focus í sambandi við nýbyggjarí, umbygging ella broyting av uppsetingini av listini ið fyritøkan eigur.
Listaverk sum verða keypt úr goymslu okkara kunnu roynast har tey eru ætlaði. Ljós, litir, rúm, innbúgv og annað ávirka í stóran mun listaverkini, eisini sínamillum verða verkini ávirkaði. Tað er tí mangan neyðugt og av stórum týdningi at uppliva heildina á staðnum fyri at kunna taka eina endaliga støðu.
Dr. Jakobsensgøta 15
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
av