{{::favorite.title}}
{{::favorite.excerpt}}
Kirkjan, ið nú stendur, varð vígd í 1920. At líkna við aðrar kirkjur á smáplássum er hon stór og snotilig kirkja. Um hetta mundið var bygdin í støðugari menning. Eftir at Kongaligi einahandilin varð avtikin í 1856, gjørdist fiskivinnan týdningarmesta vinnan eins og flestu aðrastaðni.
Bygdarhúsið hjá Sóknarfelagnum Sigursglæmuni stendur mitt í bygdini og er karmur um mangt tiltakið. Smoltstøðin sunnan fyri Húsar er nú størsta arbeiðsplássið í Húsa kommunu. Matsøluvirksemið hjá Viljin Catering úr góðkendum køki á Húsum er í stórari menning við virkisøki um alt Føroya land, og rabarbusaft av Húsum er vælumtókt og verður seld ymsastaðni kring landið.
Á Húsum er kend frásøgn um húsarænarnar frá 1600 talinum.
Sambært Hagstovu Føroya búgva fjøruti fólk á Húsum í 2015.
796 Húsar
Norðoyggjar