{{::favorite.title}}
{{::favorite.excerpt}}
Tætt við vakra sandin í Húsavík ber til at leiga ungmannahúsið Sólarris til tiltøk, seturskúla o.a.
Har eru nógvar áhugaverdar søgur og sagnir at hoyra úr Húsavík, m.a. um Húsfrúnna í Húsavík, sum sigst hava verið ríkasta kvinnan í Føroyum.
Pláss er fyri 45 gistandi.
Vit hava væl útgjørdan køk, vaskimaskinu, turkitrumlu og brúsu.
Prísur fyri hvønn er kr. 75,- fyri náttina
Minsti prísur er kr. 1500,- fyri náttina
Reingerð: kr. 1500,- (kann veljast frá)
Tú kanst bíleggja húsið umvegis Sandoyar Kunningarstovu á teldupost info@visitsandoy.fo.
Sjógøta
230 Húsavík
Sandoy