{{::favorite.title}}
{{::favorite.excerpt}}
Í skúlanum starvast í løtuni fleiri enn 50 lærarar og hvørja viku fáa áleið 800 næmingar frálæru á einum ljóðføri. Harumframt eru eisini alskyns kór, orkestur og “bands” , sum hvørja viku venja á skúlanum.
Umframt undirvísingina í musikkskúlanum samstarvar musikkskúlin við aðrar mentanarstovnar, m.a Skúlan á Fløtum um Litir í Leiki skipanina, Skúlan við Løgmannabreyt um Ljóð í Leiki skipanina.
Tórshavnar Musikkskúli samstarvar eisini við Glasir og Setrið um frálæru í tónleiki.
Musikkskúla miðnám og Orgulleikaraútbúgvingin eru partur av Tórshavnar Musikkskúla. Les meira um skipanirnar HER
Landavegur 84
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)
av