Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Av måneskinn gror det ingenting (NO)

Sjónleikur

Ein maður og ein kvinna hittast á einari jarnbreytarstøð. Hesa náttina fortelur kvinnan sína lívssøgu – um ungdómskærleikan, sum ongantíð slepti takinum, eitt parlag, sum mátti livast í loyndum, og eitt lív, sum er myndað av gomlum normum.
Leiksýningin Av måneskinn gror det ingenting er grundað á skaldsøguna eftir Torborg Nedreaas frá 1947 – eitt høvuðsverk í norskum eftirkrígsbókmentum. Skaldsøgan vakti stóran ans við sínum beinraknu lýsingum av lívskorunum hjá kvinnum og var millum tær fyrstu, sum opið og nágreiniliga lýsir eina ólógliga abort.
Agder Nye Teater ger skaldsøguna um til eina sterka og seniska frásøgu um kærleika, skomm, frælsi og ábyrgd. Hetta er ein sýning, sum knýtir saman eitt søguligt kvinnulív og spurningar, sum framvegis eru viðkomandi: Hvat lív droyma vit um? Hvørjar avgerðir forma okkum? Og hvat hendir, tá ið samfelagsnormar og menniskjuligur longsil renna saman?
Agder Nye Teater Grundað á skaldsøguna Av måneskinn gror det ingenting eftir Torborg Nedreaas
Leikstjórn: Magnus Sparsaas Á pallinum: Ragnhild Meling Enoksen, Bibbi Winberg og Anette Röde Hagnell Ljóssnið: Randiane Sandboe Pallsmíð: Amale Larsen Grafikkur: Carl Lützen Tónleikur: Anette Röde Hagnell Tøkni: Ole Stamnes, Simon Meyer Tallaksen, Oliver Meuersinge Framleiðarar: Magnus Sparsaas og Michelle Helmersen Flagstad (hjálparframleiðari úr Scenekunst Sør)
Stuðlar Hjáframleiðari: Grenland Friteater Kulturrådet, Agder Fylkeskommune, Vestland Fylkeskommune, Grimstad Kommune, Arendal Kommune, Kristiansand Kommune, Scenekunst Sør, Sparebanken Norge og Fløistadstiftelsen.
 

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar