Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Benni Hemm Hemm & Kórinn (IS)

Íslendskt indie-popp møtir stórum, dansandi kóri

Gleð teg til eina frálíka konsert! Ja, faktiskt kanst tú gleða teg til nógv meira enn eina konsert!
Tá ið íslendski indie-popptónleikarin Benni Hemm Hemm og Kórinn fara á pall saman, flættast tónleikur, dansur og framførsla saman til okkurt, sum liggur millum konsert, palllist og koreograferaða rørslu.
O.u. 30 kvinnur við ymiskum bakgrundum mynda Kórinn. Onkrar eru tónleikarar, aðrar dansarar ella palllistafólk. Endamálið er ikki, at kórið skal vera perfekt og polerað. Tað skal vera livandi, persónligt og eitt sindur óútrokniligt.
Benni Hemm Hemm er kendur fyri at flyta seg frítt millum indie-popp, eksperimenterandi tónleik og stór, heldur óvanlig samstørv. Saman við koreografinum Ásrún Magnúsdóttur hevur hann gjørt hetta verkið, har tónleikurin fer í dialog við rørslu og framførslu. Kórið syngur og dansar gjøgnum tónleikaheimin hjá Benna Hemm Hemm og gevur hansara løgum eitt nýtt, fysiskt úttrykk.
Kórinn varð sett á stovn í 2023 og framførir nú fyri fyrstu ferð uttan fyri Ísland.
Tónleikur: Benni Hemm Hemm / Benedikt H. Hermannsson Koreografi: Ásrún Magnúsdóttir Stuðlað hevur: West Nordic Capital Fund

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar