Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Bókasavnið á ferð - í Oyndarfirði

Bókasavnið við Løkin

Bókasavnið við Løkin fer fríggjadagin 11. september á ferð til Oyndarfjarðar. Vit fara at hava opið allan dagin í hugnaliga gamla skúlanum í Oyndafirði við nógvum bókum til børn og vaksin, søguløtu, perlum og vónandi brosjum. Vit koma at lesa søgur um morgunin til smærri børn, og seinnapartin - kl. 15 - fer Mariann L. Joensen at fortelja søgur. Meir verður at frætta um skránna í næstum. Vit hava kaffi á kannuni allan dagin, og eisini okkurt gott afturvið. Vit hava opið kl. 10-18.

Í sambandi við at søgugonga verður í Oyndafirði hetta vikuskiftið, fer Bókasavnið á Løkin á ferð, og letur upp í Oyndarfirði í ein dag.

Til ber at lesa meir um søgugonguna 12. september og um verkætlanina Søgufrøi á www.loksholl.fo

Bústaður

Oyndarfjørður

1 Fløtuvegur

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur