Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Fernisering: Tú skoðar meg – sum eg skoði teg (GL)
SUMMARFRAMSÝNINGIN 2025 letur upp
Vælkomin til fernisering av framsýningini Tú skoðar meg – sum eg skoði teg.
Eitt glas við onkrum góðum verður at fáa afturvið.
Tú skoðar meg – sum eg skoði tegGrønlendska samtíðarlistakvinnan Ivínguak' Stork Høegh fer í list síni í samskifti við eldri verk hjá Christine Deichmann, Oda Isbrand, Ellen Locher Thalbitzer og Jette Bang, ið vitjaðu í Grønlandi áðrenn 1940.
Í nøkrum av verkum sínum við heitinum Arctic Exotic spælir Ivínguak' Stork Høegh við stereotypisku tankarnar um Arktis og sigur samstundis nýggjar søgur.
Christine Deichmann (1869–1945), Oda Isbrand (1904–1987), Ellen Locher Thalbitzer (1883–1956) og Jette Bang (1914–1964) eru sum listakvinnur allar skrivaðar úr donsku listasøguni. Myndevnini hjá teimum vóru konur og børn - konur og børn, ið ikki bert blivu eygleidd, men sum eisini sóu teg og hugdu aftur móti tær. Hetta er ólíkt myndevnunum, ið teirra samtíðarlistamenn valdu sær - stórtslignar landslagsmyndir og grønlendingar í tjóðbúna.
Gjøgnum samskiftið millum samtíðarlist og eldri listaverk kavar framsýningin niður í og avdúkar, hvørja áskoðan, listin hevur havt av Grønlandi sum hjáland - umframt hvat kemur burtur úr, tá sama eygnabráið verður møtt, speglað og umrøtt av nýggjum.
Laila Lund Altinbas og Stine Lundberg Hansen hava kuraterað framsýningina.
Um Ivínguak' Stork HøeghIvínguak' Stork Høegh (f. 1982) er fødd og búsitandi í Grønlandi. Hon hevur nomið sær útbúgving á listaskúlanum í Grønlandi, á Århus Kunstakademi og sum miðlagrafikari á Keypmannahavnar Tekniska Skúla. Framsýningin vísir serliga nøkur av hennara talgildu myndasamklippum, men hon arbeiðir eisini við málningum, grafikki, keramikki, og margmiðli.
Hon hevur luttikið í fleiri einstaklinga- og bólkaframsýningum í Grønlandi, Danmark, Kanada og USA. Hon hevur eisini verið forkvinna í listafelagnum í Grønlandi, KIMIK, og síðani 2021 hevur hon verið leiðari á listaskúlanum í Grønlandi.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar