Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Framsýning av málningum
úr Grunninum eftir Petur Nolsø
Petur Nolsø (1946-2021) var føddur og uppvaksin í Vági. Hann var ein íðin og áhugaður samlari, sum gjøgnum eitt langt lív savnaði eina fjølbroytta og áhugaverda mongd av lutum og listaverkum.
Petur hevur latið vágbingum grunn, ið eigur lutir og list, sum hann savnaði gjøgnum lívið. Millum annað eigur grunnurin eitt umfatandi úrval av listaverkum og málningum. Her eru verk eftir fleiri kend føroysk listafólk, millum onnur Rutt Smith, William Smith, Sámal Joensen-Mikines og William Heinesen.
Nú hevur almenningurin høvi til at kaga inn í henda fjølbroytta heim og síggja ein part av tí list, sum Petur Nolsø savnaði. Framsýningin er ein heilsan til ein mann, sum við sínum áhuga og forvitni var við til at varðveita lutir og søgur fyri komandi ættarlið.
Framsýningin er í Miðlatúni og er opin soleiðis:
Leygardagin frá kl 13.00-17.00
Sunnudagin frá kl 14.00-17.00
Ókeypis atgongd.
Bústaður
Miðlatún
57 Vágsvegur
Suðuroy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar