Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hallgrímur Helgason (IS)
BÓKADAGAR 2026: Rithøvundasamrøða
Hallgrímur Helgason – ein tann mest serstaki rithøvundurin úr Íslandi – kemur til Bókadagar í ár, og tá verður høvi at hoyra rithøvundan í samrøðu við Sólveig Hanusardóttur Olsen, stjóra á Listasavni Føroya.
Umframt at vera rithøvundur og hava skrivað bæði skaldsøgur, yrkingar og handrit til pall, so er hann eisini íðin samfelagskjakari og myndlistamaður; ein fjøllistamaður.
Hann er kendur fyri bøkur sum Kvinden ved 1000⁰, Lejemorderens guide til et smukt hjem og 101 Reykjavík, og so verður bók hansara Tres kilo solskin sera nógv lisin í Norðurlondum í løtuni. Talan er um fyrstu bókina í einum tríbindsverki, sum fylgir foreldraleysa Gesti, og fortelur samstundis um veldigu søgu Íslands í byrjanini av 20. øld, tá norðmenn komu til Íslands at fiska sild.
Helgason er enn ikki umsettur til føroyskt, men til øll onnur skandinavisk mál, og skrivistílur hansara verður sagdur at vera fjølbroyttur. Bókaummælarar leggja ofta serliga dent á, hvussu hittinorðaður hann er, og hvussu hann valdar yvir einum stórum orðatilfeingi, ið tykist floyma yvir, umframt hvussu lýtaleyst hann blandar vónloysi og skemt.
Hallgrímur Helgason (f. 1959) er tilnevndur til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins tríggjar ferðir og hevur vunnið Íslendsku bókmentavirðislønina tríggjar ferðir.
Fyriskiparar: Aðalkonsul Íslands í Føroyum, Hannes Heimisson, og Norðurlandahúsið
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar