Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Heimalambið Nella – Betta á Dalinum

BÓKADAGAR 2026 – Rithøvundasamrøða fyri børn

Heimalambið Nella kemur í húsið hjá Bettu og Jóhann at vera. Nella fær eitt lítið stykki niðan fyri húsið at vera og eta gras, men tað gongur ikki so væl. Hon vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum fyri at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk.
Tak børnini við til lætt og stuttligt rithøvundaprát. Heimalambið Nella er ein stuttlig søga, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt. Betta fer at siga frá nøkrum av fittu søgunum um veruliga heimalambið Nellu.
Børnini kunnu eisini seta rithøvundinum spurningar. Bókin er 76 síður og væl egnað at lesa fyri børnum, sum eru uml. 6-9 ár.
Um Bettu Betta á Dalinum er fødd í Klaksvík í 1958. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1992 og hevur verið lærari í Klaksvík, til hon fór frá vegna aldur í 2025. Heimalambið Nella er hennara fyrsta bók.
Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur