Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Mentanarkvøld á Gjáargarði
Eitt hugnaligt kvøld við góðum mati, tónleiki og hugna.
Í sumarhálvuni verður áhugavert Mentanarkvøld á Gjáargarði hvørt mikukvøld í juni, juli og august.
Metanarkvøldini verða hesi mikukvøld í 2025:
4., 11., 18. og 25. juni
2., 9., 16., 23. og 30. juli
6., 13., 20. og 27. august
Kvøldið byrjar kl. 18, tá verturin bjóða gestunum vælkomnum við einum stórum sjálvtøkuborði við einum úrvali av góðum rættum og føroyskum brellbitum.
Eftir borðhaldið verður livandi tónleikur, sum er partur av stóru skránni hjá Summartónum við ymiskum tónleikabólkum hvørt af kvøldunum.
Eftir tónleikin fáa vit og útlendingar kunning um føroyskan dans og gomul kvæði.
Gestirnir fáa møguleikan at læra stev, eins og vit sláa ring og kvøða nøkur vælkend kvæði.
Kvøldsetan byrjar kl. 18:00 og endar umleið kl. 20:30.
Prísur : kr. 700 fyri hvønn. Børn 4-12 ár gjalda kr. 325 og børn yngri rinda onki.
Bústaður
Gjáargarður Guesthouse
Dalavegur 20
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar