Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Nú byrjar søgan
BÓKADAGAR 2026: Søgur fyri børn hvønn hálva tíma
Setið tykkum væl til rættis og njótið søguna, sum verður kveikt til lívs í eini søguleikhúsframførslu.
Søguleikhúsið hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags er upplestur fyri børn upp á ein heilt nýggjan máta. Søguleikhúsið sameinir sjónleik og bókmentir og ger upplestur til eina gandakenda uppliving. Tað er ein stuttligur, serligur og einfaldur máti at miðla søgur, sum fær børnini við í munnbornu søguna stuðlað av litríkum myndaørkum og flotta leikhúsinum.
Í tíðarbilinum kl. 10.00 - 14.00 lesa sjónleikararnir Gunnvá Zachariasen, Esther á Fjallinum og ymiskir rithøvundar eina søgu hálva hvønn tíma á Bókadøgum. Á skránni eru bæði nýggjar myndabøkur og kendir klassikarar. Málbólkurin er børn undir skúlaaldur.
Søguleikhússkrá: Kl. 10.00 Tjørnin – Gunnvá Zachariasen Kl. 10.30 Bjarta bustar tenn og Bjarta verður stórasystir – Silja Aldudóttir Kl. 11.00 Bukkarnir Brúsi – Gunnvá Zachariasen Kl. 11.30 Eg bestemmi – Gunnvá Zachariasen Kl. 12.00 Gruffalo – Gunnvá Zachariasen Kl. 12.30 Abbi og eg og abbi – Esther á Fjallinum Kl. 13.00 Lorkuleggur – Esther á Fjallinum Kl. 13.30 Omma til sølu – Esther á Fjallinum Kl. 14.00 Hvar er flogfarið? og Eg vil eisini! – Guðrið H. Jacobsen
Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar