Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Oyggjarenning
Frá Viðareiði til Klaksvíkar
Treysti skipar fyri Oyggjarenning 2026! Tiltakið eydnaðist sera væl í fjør, og vit gleðast um at kunna bjóða øllum renniáhugaðum at vera við aftur í ár.
Runnið verður frá Hotel Norð á Viðareiði til Guttabreyt í Klaksvík. Teinurin er á leið 19,5 km. Um hetta er ov langt, ber eisini til at renna ella ganga styttri. Vissi onkur ynskir ein enn longri tein, ber til at renna oman til Árnafjarðar og / ella til Haraldssund, og soleiðis økja um longdina. Eins og við Kalsoyar renningunum á sinni, so er talan ikki um rennikapping, men ein hugnaligan renni- ella gongutúr. Tá komið er á mál við Guttabreyt, er møguligt hjá luttakarum at fara í brúsu í Badmintonhøllini, og síðani verður boðið til eina góða suppu, umframt kaku og kaffi / the omaná.
Øll eru vælkomin at luttaka. Børn tó bert í fylgi við onkrum vaksnum, ið hevur ábyrgd av viðkomandi. Øll, ið eru 15 ár og eldri (fødd -2010), verða roknað sum vaksin og skulu skráseta seg og gjalda luttøkugjald.
Nærri kunning:
Oyggjarenningin verður leygardagin 26. septembur. Møtt verður við Badmintonhøllina kl 9, har luttakarir kunnu leggja tasku við skiftiklæðum inn í skiftingarrúmini. Av tí at runnið verður á landsvegi og gjøgnum tunnlar, er tað sera týdningarmikið fyri trygdina, at allir luttakarir eru í endurskinsvesti.
Bussurin koyrir frá Badmintonhøllini stundisliga kl 9.30. Koyrt verður til Hotel Norð á Viðareiði, har renningin byrjar á leið kl 10. Tey, ið ynskja at renna ella ganga ein styttri tein, kunnu t.d. fara úr bussinum í Hvannasundi, ella aðra staðni. Runnið verður eftir gamla Viðareiðis vegnum (tvs ikki gjøgnum tunnilin).
Luttakarir kunnu síðani renna móti Fossánesi, og steðga á við Fossábúðina, har ein vatnpostur er, áðrenn farið verður víðari gjøgnum tunnlarnar Norður um Fjall. Týdningarmikið er at øll eru komin á mál í seinasta lagi kl 13, tá borðreitt verður í hølunum hjá Treysti við Guttabreyt.
Tilmelding:
Neyðugt er við tilmelding!
Kostnaðurin er 250 kr. pr luttakara, ið er eldri enn 15 ár (fødd í seinasta lagi í 2010).
Seinasta freist at melda til er mánakvøldið 21. septembur kl 23.59.
Tíðarætlan:
Kl 9.00: Luttakarir møta við Badmintontøllina, og kunnu leggja taskuna inn í skiftingarrúmini. Minnist til endurskinsvestarnar!
Kl 9.30: Bussurin koyrir við luttakarunum stundisliga. Koyrt verður til Hotel Norð á Viðareiði.
Kl 10.00: Oyggjarenningin byrjar.
Kl 12-13: Komin á mál, kunnu luttakarir fara í brúsu í Badmintonhøllini.
Kl 13.00: Borðreitt verður í hølunum hjá Treysti við Guttabreyt: Matskrá: Leskilig suppa, umframt kaka og kaffi / the omaná.
Treysti vónar at luttøkan verður góð aftur í ár!
Bústaður
badmintonhøllin
9 Bogota
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar