Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Serlig konsert í Feskfiskahøllini á Faroe Ship

Forvitnislig konsert hjá Tórshavnar Kamarkóri í Feskfiskahøllini á Faroe Ship

Leygardagin 21. juni kl. 17.30 syngur Tórshavnar Kamarkór forvitnisliga konsert í Feskfiskahøllini á Faroe Ship. Hetta verður eitt eindømi av eini konsert, og vænta vit, at upplivingin verður heilt serlig vegna stórfingna klangin í høllini.

Undir kórleiðslu av Bernharði Wilkinson, syngur kórið fjølbroytta konsertskrá við bæði føroyskum og útlendskum kórsatsum, ið eisini vera á kappingarskránni hjá kórinum í juli, tá ið luttikið verður í altjóða kórkapping í Provence í Fraklandi.

Vit vilja heita á áhoyrarar um at vera í heitum klæðum. Høllin er ikki upphitað, og tí kann vera kalt.

Vegvísari til Feskfiskahøllina liggur viðheft sum mynd á hesi síðuni.

Konsertin er ókeypis, men konsertgestir eru vælkomnir at lata kórinum eitt oyra.

Verið vælkomin á konsert.

Bústaður

Faroe Ship

264Q+2G5

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur