Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Spælimenninir í Listastovuni
Einum av royndastu fólkatónleikabólkunum í Føroyum
Fríggjakvøldið 4. september kl. 21.00 fáa vit vitjan av einum av royndastu fólkatónleikabólkunum í Føroyum, tá Spælimenninir fara á pall í Listastovuni.
Spælimenninir hava spælt kring landið síðan 1974 og hava sostatt meira enn hálva øld av tónleiki og samanspæli við sær. Síðan 1977 hava teir eisini ferðast nógv uttanlands – serliga í Evropa og USA – og eru helst millum teir føroysku bólkarnar, sum spældu mest uttanlands áðrenn aldarskiftið.
Tónleikurin er fjølbroyttur, lættur og undirhaldandi fólkatónleikur, borin fram av drúgvum royndum og einum samanspæli, sum er ment gjøgnum mong ár.
Spælimenninir eru:
Lars Kristensen – violin
Erling Olsen – violin
Kristian Blak – klaver
Charlie Pilzer – bass
Fríggjakvøldið 4. september kl. 21.00 í Listastovuni.
Bústaður
Listastovan
Gummaldagøta 2
Vágar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar