Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn

Tórshavnar jazz, fólka- og bluesfestivalur 2025

Áðrenn bigbandkonsertina fer gospelkórið Brak at framføra í forhøllini frá kl. 19-19.30.
Solistar: Kristina Bærendsen, Sámal Ravnsfjall, Carlsen systrarnar, Konni og Hilmar Kass og Ronnie Nielsen.
Kom og uppliva flaggskipið innan jazz í Føroyum. Konsertin ”Minnist tú enn”, har Tórshavnar Big Band saman við kendum sangsolistum framføra føroyskar slagarar, er stóra konsertin hjá Tórshavnar jazz, fólka- og blues festivali, sum nú verður endurstovnaður. Festivalurin verður vikuskiftið 4.-5. juli 2025. 
Tórshavnar jazz, fólka- og bluesfestivalur Tónleikalegendan Brandur Øssursson tók upprunaliga stig til Tórshavnar jazz, fólka- og bluesfestival í 1984 og hann helt fram 20 ár.
Festivalurin setti ein heilt serligan dám á býarlívið í Havn um summarið og var savningarstaður hjá tónleikalívinum, havnafólki og vitjandi. Tórshavnar Big Band var fast húsorkestur, og saksofonspælandi jazz-hvalurin, sum var búmerkið tá, var eyðkennið fyri ein altjóða jazzfestival í Norðuratlandshavinum.
Allir høvuðsstaðir í grannalondum okkara hava ein jazzfestival um summarið – og tað skal Tórshavn sjálvandi eisini hava aftur.
Skráin verður ein blandingur av jazzi, fólkatónleiki og blues í breiðari merking. Stórur dentur verður lagdur á listaligu góðskuna, og skráin umboðar tað besta, sum Føroyar hava at bjóða.
”Tórshavnar jazz, fólka- og blues festivalurin verður endurstovnaður á ein haldgóðan hátt. Vit arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá tónleikagreinunum og tryggja, at føroyska tónleikalívið er burðardygt, fjølbroytt, viðkomandi og í støðugari, skjótari menning,” siga stigtakararnir Sunnuva Bæk og Hans Petur í Brekkunum.
Saman hava tey bæði fleiri áratíggju av royndum við tónleikafyriskipan, umframt at tey bæði spæla tónleik – Hans Petur sum yrkistónleikari og Sunnuva sum áhugatónleikari.
Konsertir og jamsession verða m.a. í Reinsarínum, í Havnar Kirkju, í Perluni, á Blábar og í Norðurlandahúsinum. 

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar