Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Verkstova fyri ung 13-19 ár á Listasavni Føroya
11. - 12. sep. og 18.-19. sep. verður spennandi verkstova fyri ung.
Ert tú millum 13-19 ár? Og dámar tær væl at fáast við list? So kanst tú nú melda teg til eina spennandi røð av verkstovum við listakvinnuni Aldu Mohr Eyðunardóttur.
Kom og skapa títt egna verk og lær um tilfar, um at arbeiða kreativt og um list.
Í samstarvi við listakvinnuna Aldu Mohr Eyðunardóttur skipar Listasavn Føroya fyri kreativari verkstovu í døgunum 11.-12. og 18.–19. septembur. Verkstovan er skipað sum eitt skeið, ið fevnir um fýra dagar, fyltir við eini spennandi skrá.
Vit møtast fríggjakvøldið 11. sep. kl. 17-20 og halda fram leygardag 12. sep. kl. 10-16.
Vit møtast aftur vikuskiftið eftir, fríggjakvøld 18. sep. kl. 17-20 og leygardag 19. sep. kl. 10-16. Vit enda við eini fernisering leygardag 19. sep. kl. 16-18.
Pláss er fyri 25 luttakarum. Til ber at tekna seg til verkstovuna við at senda ein meyl til info@art.fo.
Viðmerk navn og aldur. Tit fáa nærri kunning um verkstovuna sendandi við meyli.
Alda (f. 1997) er nýliga útbúgvin á Kunstakademinum í Keypmannahavn og hevur royndir við nýggjastu lærutilgongdunum innan list.
Endamálið við verkstovuni er at geva listaáhugaðum ungum innlit í arbeiðhættirnar hjá einum ungum yrkislistafólki og at styrkja listaliga tilvitið. Vit fara at arbeiða praktiskt við at skapa verk og fara eisini at práta um list og um at skapa týdning við einum listaverki.
Tað er ókeypis at luttaka á verkstovuni.
Statens Kunstfond “Huskunstnerordningen” hevur stuðlað verkstovuni. Endamálið við “Huskunstnerordningen” er at geva børnum og ungum upp í 25 ár møguleika fyri at møta einum yrkislistafólki og fáa innlit og royndir við listaligum arbeiðsháttum.
Bústaður
Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar