Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Voxbotn

ársins konsertdagur í Vágsbotni

Hvørt ár verður skipað fyri stóra konsertiltakinum niðri í Vágsbotni í Havn, har góð tónleikanøvn – bæði útlendsk og føroysk – fara á pall frá kl. 15-03.

Nógvur livandi tónleikur er á skránni umframt bryggjudansur og spæliland við hoppiborgum v.m. til børn. Grill-, mat- og øltelt við sitiplássum verða sett upp og har er hugni við útigrill, café, tónleiki og undirhaldi allan dagin og langt út á náttina. Tveir pallar eru á økinum.

Bólkar og einstaklingar sum framføra verða avdúkaðir so hvørt fram til tiltakið byrjar.

Voxbotn var fyrstu ferð 30. juni 2012, tá Medina var einasta útlendska høvuðsnavnið. Síðani tá er tiltakið bara blivið størri og størri – nú við eini rúgvu av bæði útlendskum og føroyskum nøvnum.

Nøvn, sum hava verið á Voxbotn, eru m.a. Nephew, Lost Frequencies, Jonas Blue, Thomas Helmig, Martin Jensen, Hanne Boel, Gulddreng, Mads Langer, Otto Knows, Robin Schulz, Sanne Salomonsen, John Martin og Michel Zitron frá Swedish House Mafia, U.D.O., Eagle Eye Cherry, Aura Dione, L.O.C., Return, Starship, Michael Learns To Rock, Medina, Nik & Jay, Legends of Iron Maiden, Carpark North, Bro, Christopher, The Antonelli Orchestra, Týr, Eivør, 200, Swangah, Marius, Byrta, Safir, Páll Finnur Páll, Stanley Samuelsen, Eyðun og Terji, Martin Joensen, Janus W. Mortensen, Kári P. og eina rúgv av øðrum kendum nøvnum.

Tað hevur verið útselt øll árini til Voxbotn - seinast fleiri mánaðar áðrenn Voxbotn byrjaði.

Bústaður

Vágsbotn

Vágsbotn

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar