Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

We Need Art – Søgurnar aftanfyri veggirnar


Tú hevur sæð veggirnar. Men tú hevur ikki hoyrt søgurnar aftanfyri veggirnar.
Fríggjakvøldið lata vit upp fyri øllum tí, sum hendi rundan um We Need Art 2026: tær løgnu løturnar, løtur har tað mundi gingið galið, samanhaldið, gestablídni, hugleiðingar hjá listafólkunum, og søgurnar, sum ongantíð komu út á Instagram ella facebook.
Verk fyri verk fara vit at vísa tær, hvussu tey blivu til, við myndum og persónligum søgum, sum tit ikki hava hoyrt.
Borgarstjórin fer eisini at siga nøkur orð.
Og sum nakað heilt serligt, so verður møguligt at bjóða upp á verk, sum tey føroysku listafólkini hava málað á plátur í býnum.
Tú hevur helst sæð úrslitini, og fríggjakvøldið 4. september, kl. 19.00 fært tú søguna í Perluni.
Og kanska endar tú eisini við at fáa eitt petti av søguni við heim.

Bústaður

Perlan

3 Tórsgøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur