Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Akrar - Víkarbyrgi
Ein stuttur og lættur túrur tvørtur eftir tí vallaða Akravegnum, við vøkrum útsýni yvir Vágs- og Víkarfjørð, har landslagið er rættiliga merkt av, at fláirnar hella so nógv eystureftir
Í Økrum finnur tú bygdagøtuna við at ganga út gjøgnum rættina uttast í bygdini. Komin út um rættina er neyðugt at fara upp um okkurt hegn og so ganga beint niðan vinstrumegin (eystan fyri) hegnið.
Tá ið tú kemur niðan á fyrstu høvdina, gongur tú beint niðaneftir fram við Ærgisá, eystarumegin gilið. Haðani eru varðar allan vegin, heilt oman í Víkarbyrgi.
Uppi á Brunni er gott útsýnið, og har er hugnaligt at sita og njóta løtuna við útsýninum norð á Porkerisnes og eystur á Baglhólm, har tað so týðiliga sæst, hvussu landslagið er sokkið niður eystureftir.
Komin oman í Víkarbyrgi ber til at ganga yvir á høvuðsvegin heldur enn at fylgja gøtuni heilt oman í bygdina. Á henda hátt slepst undan at klúgva upp um hegnið, ið gongur tvørtur um bygdagøtuna longri niðri við bygdina.
Møguligt er at ganga túrin úr báðum endum. Tað er eitt sindur brattari at ganga niðan úr Økrum
Akrar - Víkarbyrgi
Public transport
There is no public transportation to either Akrar or Víkarbyrgi.
Arriving by car
Parking, Akrar
Parking for three cars is available by the sheep pen at the end of the village (see the area marked with green in the picture). From there, go through the gate in the sheep pen to reach the village path (the blue line).
Víkarbyrgi - Akrar
Public Transport
There is no public transportation to either Akrar or Víkarbyrgi.
Arriving by car
Parking, Víkarbyrgi
Good parking is found on the main road. You can park your car by the second last bend in the road before you reach the village (the area marked with green). From here, hike up along the river and through the gully by the boulder Steinurin Grái (marked with blue).
Akrar - Víkarbyrgi
Víkarbyrgi - Akrar
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar
Øki / Torleikastig