Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Guðrunarløkur - Húsavík - Dalur - Skarvanes - Guðrunarløkur

  • View down over the settlement of Húsavík as we walk from Guðrunarløki down the Húsisdal valley. In the background on the right side is the slope that you walk up on the way to the village of Dalur. Photo: Óli Gardshodn
  • The old stone houses down by the beach in Húsavík (á Tumbakka). Photo: Óli Gardshodn
  • At Heimaruvørðu, at 140 m. altitude. In the background on the right, the 203 m high mountain Skálhøvdi. Although it seems steep, the path is good and easy to walk along. Photo: Óli Gardshodn
  • View down over the village Dalur. Photo: Óli Gardshodn
  • View down over the village Dalur. Photo: Óli Gardshodn
  • Up on the wide pass between the villages of Dalur and Skarvanes, it is very beautiful and pleasant to walk. There are many ponds here and the view is good - here with the island of Skúgvoy in the background. Photo: Óli Gardshodn
  • The good view to the south of the islands Stóru Dímun and Lítlu Dímun and in the background Suðuroyggin. If the weather is clear, you can see all the way south to the 470 m high Beinisvørð, 41 km. away, as we can see here a little to the right of Lítla Dímun, above the rock column Bárðadrangur. Photo: Óli Gardshodn
  • The village Skarvanes. Photo: Óli Gardshodn
  • View down over the village Skarvanes. Photo: Óli Gardshodn
  • North of the pond Dúniavatn it is incredibly beautiful and cozy. The view is good south along the plain Undir Hjøllum with the islands Lítla Dímun and Stóra Dímun in the background. Enjoy the moment before we walk the last slightly steep stretch down to the village Skarvanes. Photo: Óli Gardshodn
  • View down over the settlement of Húsavík as we walk from Guðrunarløki down the Húsisdal valley. In the background on the right side is the slope that you walk up on the way to the village of Dalur. Photo: Óli Gardshodn
  • The old stone houses down by the beach in Húsavík (á Tumbakka). Photo: Óli Gardshodn
  • At Heimaruvørðu, at 140 m. altitude. In the background on the right, the 203 m high mountain Skálhøvdi. Although it seems steep, the path is good and easy to walk along. Photo: Óli Gardshodn
  • View down over the village Dalur. Photo: Óli Gardshodn
  • View down over the village Dalur. Photo: Óli Gardshodn
  • Up on the wide pass between the villages of Dalur and Skarvanes, it is very beautiful and pleasant to walk. There are many ponds here and the view is good - here with the island of Skúgvoy in the background. Photo: Óli Gardshodn
  • The good view to the south of the islands Stóru Dímun and Lítlu Dímun and in the background Suðuroyggin. If the weather is clear, you can see all the way south to the 470 m high Beinisvørð, 41 km. away, as we can see here a little to the right of Lítla Dímun, above the rock column Bárðadrangur. Photo: Óli Gardshodn
  • The village Skarvanes. Photo: Óli Gardshodn
  • View down over the village Skarvanes. Photo: Óli Gardshodn
  • North of the pond Dúniavatn it is incredibly beautiful and cozy. The view is good south along the plain Undir Hjøllum with the islands Lítla Dímun and Stóra Dímun in the background. Enjoy the moment before we walk the last slightly steep stretch down to the village Skarvanes. Photo: Óli Gardshodn

Ein rundtúrur – gjøgnum søguríku Húsavík og útdeyða býlingin Í Húsi, til Dals, og haðani vakra túrin til Skarvanes, við avbera góðum útsýnið og síðani heimaftur eftir torvheiðunum omanfyri Skarvanes, til Guðrunarløk.

Túrurin byrjar við Guðrunarløk – 700 m. inn eftir høvuðsvegnum til Húsavík, við rættina beint uttanfyri bøgarðin. Gakk suðureftir høvuðsvegnum til Húsavík. 
Húsavík er millum elstu bygdir í landinum, og tí eisini søgurík bygd. Her búði Guðrun Sjúrðardóttir – kend sum ríka og mæta Húsfrúgvin í Húsavík. Húsfrúgvin átti nógva jørð og ognir í Føroyum umframt stórar ognir í Noregi og Hetlandi. Allan vegin oman til Húsavík sært tú fleiri vakurt laðaði úthús við flagtaki umframt eina rúgvu av laðaðum grótgarðum. Húsavík er kend fyri tær mongu grótlaðingarnar. Mett verður at uml. 10 km. av væl hildnum grótgarði er í Húsavík. 


Gakk oman eftir vegnum Fram við Ánni. Snara inn til vinstru eftir Tumbakkavegi, tvørtur um ánna og síðani til høgru oman til kirkjuna eftir steinsetta túninum, kallað Stórastovutúnið. Her sært tú nakrar av toftunum eftir Húsfrúnni, kallað Heimi á Garði, har m.a. hennara Stokkastova stóð. Rundan um lá øll tann gamla bygdin. 
Tað sigst, at Svartideyði gjørdi av við alla familjuna. Sjálv doyði Guðrun sum tann seinasta í 1405. Tað sigst, at Guðrun liggur grivin í kirkjugarðinum.
Gakk inn gjøgnum kirkjugarðin og haðani út aftur móti ánni – út á vegin Fram við Ánna. Niðanfyri kirkjuna, niðri við fjøruna, sært tú gomlu hugnaligu gróthúsini á Tumbakka, sum allarhelst hava verið brúkt til at turka fisk í. Halt leiðina fram tvørtur um oyruna har tú sært onkrar av mongu minumum, sum róku uppá land undir øðrum heimsbardaga. Gakk víðari niðan eftir Bøgøtu, niðan á høvuðsvegin. Snara til vinstru, móti Dali, har tú eftir uml. 200 m. kemur tú til tveir tjúkkar pelar í hegninum omanfyri vegin. Hetta er portrið niðan til rættina uppi við bøgarðin, har bygdagøtan til Dals byrjar. Tað er rættuliga sermerkt uppi við hesa rætt, sum er gamla útdeyða búsetingin, kallað Í Húsi. Í seinnu helvt at 1800-talinum, fluttu fólkini, sum her búðu, til Skopunar. Gakk niðan millum hesar gomlu húsatoftirnar og víðari út gjøgnum rættina. 


Eisini her sært tú nakrar av mongu gróðlaðingunum í Húsavík – onkrar rættuliga breiðar við grasfløgum omaná. Ein søgn er úr bygdini, sum greiðir frá einum Nyki, sum tey høvdu fingið ræði á, við at rista kross á ryggin á honum. Hendan nykin brúktur tey til at dragsa grót til at laga við – m.a. eisini áðurnevnda Stórastovutúnið hjá Húsfrúnni. Beint eystanfyri har sum Húsavíkarvegurin kemur inn á Skálavíkarvegin, er ein stórur steinur, kallaður Grásteinur. Søgnin sigur, at Húsfrúgvin í Húsavík skuldi brúka Nykin til at dragsa hendan stóra steinin til Húsavíkar. Men tá sólin brádliga reis, mistu tey ræði á nykinum og hann smoygdi seg aftur í Lítlavatn, beint eystanfyri Húsavíkarvegin, har hann vanliga goymdi seg.
Gakk niðan móti varðanum, sum sæst uppi á høvdini, beint vestanfyri antennumastrina. Meðan tú gongur niðan kanst tú njóta góða og vakra útsýnið yvir Húsavík. Halt fram eftir varðunum inn eftir líðini undir Heimaruvørðu, inn í Kjarrdal. Hóast líðin er eitt sindur brøtt, so er gøtan breið, vallað og sera góð at ganga eftir. Eisini líðin sunnanfyri Kjarrdal, undir Syðruvørðu, er eitt sindur brøtt men góð at ganga. Henda bygdagøtan hevur verið nógv nýtt. Áðrenn kirkjan kom í Dali í 1957, gingu dalbingar til Húsavíkar í kirkju.
Undir Syðruvørðu gongur tú fram við fimm vøkrum grótlaðingum. Tað kann undra, at tær liggja so tætt, og júst her. Orsøkin er, at at ein røktingarmaður hevði hetta til ítriv. Her var jú ovmikið av gróti, og tá tað ikki kundi skaða við nøkrum bólum til seyðin at lemba í, ja so lagaði hann tað til stuttleikar. 
Her er vakurt og friðarligt at ganga við útsýni suður í røkurnar sunnan fyri Dal og uttast úti Dalsfles. Flesin er kend fyri nógvan kóp. Tá tú kemur suður um bólini, gongur tú víðari vestur móti neytagarðinum. Fylg lítlu pelunum, sum vísa vegin – eitt vet á skák omaneftir, til stóra steinin, kallaður Líksteinur. Tá Dalsfólk bóru líkini til jarðar í Húsavík, hvíldu tey seg her uppi við Líkstein. Gakk víðari yvir til lágt lagaða neytagarðin og haðani tætt oman við honum. Longur niðri í Mannabrekku, við ein lítlan fittan foss, gongur tú inn um garðin. Halt leiðina fram omaneftir miðskeiðis millum neytagarðin og hegnið beint vestanfyri, oman til stóra varðan í Mannabrekku, har hugnaliga bygdin í djúpa dalinum umsíðir kemur til sjóndar. Dalur, sum er kend fyri føroyska dansin og nógvir góðar kvøðarar, er syðsta bygdin í Sandoynni. Bygdin hevur ligið rættiliga avskorin og fekk ikki vegasamband fyrr enn í 1963. Tískil hevði sambandið við varðagøtunum til grannabygdirnar Húsavík og Skarvanes, stóran týdning.
Vegurin millum Dal og Húsavík gongur gjøgnum eina bratta líð, har grót og skriðulop javnan koma oman á vegin. Í 2020 varð fyrsta skotið loyst til tunnil millum bygdirnar báðar.


Frá varðanum í Mannabrekku gongur tú beina leið oman til seyðahúsið, sum liggur niðri við høvuðsvegin, beint uttanfyri bøgarðin. Gakk gjøgnum portrið innanvert husið, og halt fram oman eftir høvuðsvegnum til bygdina. Komin tvørtur um Stórá, snarar tú til høgru niðan eftir Gerðavegi. Hesin vegur bleiv gjørdur í 1930’unum. Dalbingar skóru torv á hæddini úti ímóti Skorini og brúktu ross at flyta torvið heim eftir torvvegnum. Í dag verður hesin vegurin mest brúktur í sambandi við seyð og rakstur.
Við sera góða útsýninum yvir lítlu og hugnaligu bygdina, gongur tú uml. 1,3 km. niðan eftir vegnum, har tú kemur til skeltið, sum vísir út á bygdagøtuna til Skarvanes. Fylg pelunum og varðunum niðan brekkuna, Komin niðan á slættan uppi á hálsinum, kanst tú ganga og njóta góða útsýnið yvir stóru víddirnar við mongu smáu tjørnunum. Í baksýninum sært tú Stóru og Lítlu Dímun, Suðuroynna, umframt eisini Skúvoy har Sigmundur Brestisson búði og liggur grivin. Sigmundur Brestisson var høvdingi. Hann er kendur úr Føroyingasøgu, sum tann, sum við svørði í hond kristnaði Føroyar, uml. ár 1000. Tað sigst, at Sigmundur svam allan tann langa teinin úr Skúvoy til Sandvík í Suðuroy.
Tá tú hevur gingið eitt sindur longur, kemur eisini Salthøvdi, Mykines og Mykineshólmur undan. Jú, her er avbera vakurt at ganga! 


Komin oman á Handastavarða ert tú komin í helvt. Halt fram hugnaligu leiðina oman fram við Gjónni í Gjófelli og víðari oman til Dalsrók. Oman gjøgnum Dalsrók er heldur bratt. 
Brádliga kemur Skarvanes undan. Her búði Díðrikur á Skarvanesi (1802-1865), eisini nevndur Díðrikur í Kárastovu, sum verður roknaður sum Føroya fyrsti listamálari. Nakrar av hansara serligu fuglamyndum eru varðveittar og kunnu síggjast á Listasavni Føroya.
Skarvanes hevur altíð verið lítil bygd, og staðið var millum bestu kornpláss í landinum. Møguleikarnir fyri útróðri hava verið smáir, tí Skarvanes er brimpláss, men er hinvegin gott rekapláss við tiltiknu Sugguni, sum hevur drigið mangan reka til sín.
Njót sjóðið av aldunum, sum skola inn móti helluni stutt niðan fyri gøtuna. 
Beint áðrenn tú kemur til bøgarðin í Skarvanesi, er eitt vegvísingarskelti, sum vísir til antin Skarvanes ella Guðrunarløk. Har snarar tú til høgru niðan stuttu brekkuna og síðan framvið bøgarðinum, móti Guðrunarløki. Beint omanfyri bygdina, uml. 50 m. áðrenn tú kemur til Mataránna, gongur nú niðan gjøgnum stíggin beint omanfyri. Komin niðaná, gongur tú eftir slættanum norður um Mataránna. Við ánna er vakurt at hyggja oman yvir fossin, bygdina og vøkru grótlaðingarnar, við Skuvoy í baksýninum. Men ver varðin! Tað kann verða hált úti á kantinum. 


Frá Mataránni verður gingið norðureftir móti Torvstíggi, har tú kemur inn á gomlu bygdagøtuna av Skarvanesi til Guðrunarløk. Sum navnið sigur, hevur hendan gøtan eisini verið brúkt til Torvskurð. Júst her við Torvstíggj sært tú eisini fleiri niðurdottin gróthús, har tey goymdu torv. 
Fylg varðunum og pelunum niðan fram við Dúniavatn. 
Á gøtuni, 100 m. norðanfyri Dúniavatn, er eitt ból, har tú kanst seta teg eina løtu at hvíla. Hetta er eitt gott stað at njóta ein duss, saman við avbera vakra útsýninum suðuryvir vatnið og oyggjarnar sunnanfyri, áðrenn seinasti teinurin á 2,5 km. verður gingin.
Lendið beint norðanfyri er rættuliga váttligt. Ænsa tí eftir, at fylgja nýggju leiðini eitt sindur eystari, uppi undir brekkuni, har tað er turrari. Tað er eisini har at nýggi vinarstigin um hegnið er.
Lendið her eru gamlar torvheiðar. Hjá Húsvíkingum vóru torvheiðarnar rættuliga høgligar, tí tey kundu koyra við hestavogni heilt niðan undir røkurnar, og torvið lá bert eina lítla spakadýbd niðriundir.
Fram við gøtuni kemur tú til Klovnusteinar – tveir steinar, ið síggja út at vera ein, men sum er klovin. Gamalt var, at gekst tú millum steinarnar, doyði tú, áðrenn árið var liðið.
Tá tú ert komin eitt sindur framvið Undir Rókunum, uml. ½ km., sært tú eina urð uppi í brekkuni. Hetta er Runtaurð. Søgnin sigur, at Runti var seyðatjóvur, sum krógvaði seg her. Jóladag hevði hann hættað sær út úr sínum skýli at kóka sær ein bita, tí hann væntaði ikki, at fólk vóru úti tá. Men onkur varnaðist hetta, og Runti varð fangaður.

Gakk seinasta strekkið tvørtur um Guðrunarløk, oman móti vegnum – einar 70 metrar norðanfyri rættina.

Guðrunarløkur - Húsavík - Dalur - Skarvanes - Guðrunarløkur
Húsavík - Dalur - Skarvanes - Guðrunarløkur - Húsavík

Guðrunarløkur - Húsavík - Dalur - Skarvanes - Guðrunarløkur

Húsavík - Dalur - Skarvanes - Guðrunarløkur - Húsavík

Busroute 601 connects Húsavík. See schedule here: https://www.ssl.fo/en/timetable/bus/601-dalur-sandur-skopun/ 

It is possible to park by the local village hall, Sólarís. Between the sand and the road is a parkway. Follow the blue arrows (see map).

Guðrunarløkur - Húsavík - Dalur - Skarvanes - Guðrunarløkur

Guðrunarløkur - Húsavík - Dalur - Skarvanes - Guðrunarløkur

Fakta

path icon
4t 20m

Tíð

path icon
15 km

longd

hilltop peak icon
296 m

Hægsta stað

family icon
632 m

Hæddarmetrar


family icon
difficulty icon Difficult -
terrain icon
10°C
11 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours