Ein lagaligur túrur gjøgnum vøkru og sløttu náttúruna í Vágum, har gingið verður eftir Sundsgøtuni gjøgnum Kvígandal, tvørtur um Kvígandalsá og Sjatlá vestur til Sørvágs, við góðum útsýni
Í vakra umhvørvinum frammi við Gjónna við Leynavatn, har sum Michelin matstovan KOKS heldur til, verður gingið niðan við Ærgisá og yvir í tann djúpa og langa Heygadal
Ein vakur túrur úr friðarligu og vøkru náttúruni í Víkarbyrgi umvegis Oyrnaskarð og fram við Trøllhúsinum, alt meðan hesar eyðkendu hvítu urðarnar í Suðuroynni seta sín dám á túrin
Ein vakur og fjølbroyttur túrur eftir gomlu bygdagøtuni, har gingið verður gjøgnum víðu og friðsælu Hvalvíks- og Vestmannahøgunum, harundir fram við áum, gjáum og vatnbyrgingum
Ein stuttur og lættur túrur tvørtur eftir tí vallaða Akravegnum, við vøkrum útsýni yvir Vágs- og Víkarfjørð, har landslagið er rættiliga merkt av, at fláirnar hella so nógv eystureftir
Eftir bratta og avbjóðandi túrin niðan á Tindin er restin av túrinum ein stutt mótbrekka niðan undir Hovstúgvu (Túgvuna í Halgafelli), og síðan ein long og hugnalig undanbrekka oman til Øravíkar við góðum útsýni inn yvir Trongisvágsfjørð.
Ein sera vakur túrur tvørtur um Fámjinsskarð og Mannaskarð, har góða útsýnið, m.a. yvir teir tríggjar stóru dalirnar hvørjumegin við, seta sín serliga dám á túrin.
Ein túrur niðan gjøgnum Tingstovuna oman fyri Øravík at njóta góða útsýnið av Mannaskarði, haðani hugnaliga túrin tvørtur um Hovsdal – eftir søguliga Vatnaryggi, og síðan tvørtur um Vágsskarð – oman eftir tí vøkru, men brøttu Hvannadalsbrekkuni til hugnaligu viðarlundina, har møðin kann rindast við einum góðum kaffimunni.
Ein vakur og fjølbroyttur rundtúrur við avbera góðum útsýni, frá Sundshálsi til tjørnina á Reiðskarði, eftir traktorvegnum oman til Syðradals, eftir Tungulið til Norðradals við hugnaligu Dalagjógv og haðani um Sunnaraskarð aftur til Sundsháls.
Ein lættur og hugnaligur túrur, har nógvi lyngurin og vakra útsýnið oman yvir Toftavatn, norður gjøgnum Skálafjørðin og suður gjøgnum Nólsoyarfjørð setur sín góða dám.
Ein avbjóðandi, vakur og spennandi túrur til avtoftaða bygd. Velti bøurin, gomlu toftirnar, hellan á Nevtanga og høgu fjøllini rundanum seta sín serliga dám.
Ein rættiliga avbjóðandi, men vakur túrur, ið vísir, hvussu nógv tey gomlu løgdu fyri til tess at búleikast á hesum fjarskotnu leiðum. Er bara egnaður at ganga í turrum veðri og bara fyri fólk, ið ikki ræðast hæddir
Ein sera góður og vakur túrur niðan gjøgnum Sunnara skarð í Norðradali (Fólkaskarð). Djúpi og slætti Sunnari botnur, omanfyri Norðradal, við brøttu røkrunum rundanum, er óvanliga friðsælur og vakur at ganga ígjøgnum
Millum hábærslig fjøll, eftir sera brøttu og vøkru bygdagøtuni úr gandakendu bygdini Múla, norður um Múlan, til avtoftaðu bygdina Skálatoftir. Túrurin er bert fyri fólk, sum ikki hava hæddarræðslu, og má bert gangast í turrveðri á hásumri.
An extraordinary beautiful hike into another world hidden above the gorge Øksnagjógv, stretching into the fields called Millum Herðurnar – a beautiful, pleasant and tranquil place with good views.
Ein túr fyri vestan á Suðuroynni, við góðum útsýni yvir vøkru fjøllini rundan um Fámjin, stóru og hugnaligu vøtnini í dølunum vestanfyri, umframt føgru leiðina oman til Vágs.
Ein rundtúrur – gjøgnum søguríku Húsavík og útdeyða býlingin Í Húsi, til Dals, og haðani vakra túrin til Skarvanes, við avbera góðum útsýnið og síðani heimaftur eftir torvheiðunum omanfyri Skarvanes, til Guðrunarløk.
Ein sera vakur, friðsælur og søguríkur túrur, ið byrjar og endar í Árnafirði. Tú kemur eitt nú um Toftaskarð við avbera góðum útsýni, til forna tingstaðin, Katlarnar, og um Áarskarð heim aftur til Árnafjarðar eftir heilt serstøku bygdagøtuni
Ein lættur túrur tvørtur um Øraskarð, har gingið verður fram við Fámjinsklovningi og hugnaliga umhvørvinum við Kirkjuvatn, við góðum útsýnið yvir ytra Trongisvágsfjørð og tann stórbæra Fámjinsdalin.
Á hesum vakra og avbjóðandi túrinum, sum byrjar og endar í Hvalvík, sært tú vøkur fjøll, vøtn og dalar - m.a. Leynavatn, Húsadalsskarð, Gotursháls og Ærgisá
Fjølbroyttur, friðsælur og vakur túrur – við góðum útsýnið, niðan á Varða, Kleynsvarða og út í Havnardal, umframt framvið forvitnisligum bygningum í Havnini.
Ein góður túrur millum stórbær fjøll og huldufólk, eftir gomlu bygdagøtuni millum Fuglafjørð og Hellurnar, við stuttum rendi niðan á Altarið at njóta serstakliga vakra útsýnið yvir Oyndarfjørð, Djúpini, Norðoyggjar umframt Góðadal, sum veitti nógv og gott torv til fleiri bygdir.
Vakur túrur norður í Høvdarhaga – millum hugnaligar heyggjar og vøtn, niðan á Lírabergsháls at síggja suður á høgu drangarnar undir veðurbardu vestursíðuni í Sandoynni.
Ein lættur og vakur túrur eftir gomlu bygdagøtuni, har leiðin fram við Reynsmúlalág, teir mongu varðarnir umframt góða útsýnið vestureftir móti Hesti og Koltri seta sín dám
Friðarligur og vakur túrur – eitt hanagleiv úr Havn. Sjáldsamt, vættrakent lendi við góðum útsýni út á Hestfjørð. Til ber at síggja heiðafugl og harur.
Ein fjølbroyttur, hugnaligur og vakur túrur eftir rossagøtuni, fram við vindmyllunum í Flatnahaga, yvir um vatnbyrgingina í Havnardali, niðan vestur um Dalsskarð og til seinast oman gjøgnum tað sera bratta Sunnaraskarð í Syðradali, sum bert má gangast ein turran summardag.
Ein stuttur, lættur og sera vakur túrður frá ígjøgnum skørð, fram við eini tjørn, og haðani oman eftir gøtuni, sum Norðradalsmenn gjørdu til tess at fáa fyrsta traktorin oman til Syðradals
Ein vakur og heldur krevjandi túrur eftir søguligari slóð. Gingið verður í fótasporum Nólsoyar Páls í Myrkjanoyrarhaga. Møguleiki er at vitja søguliga tingstaðin Katlarnar á vegnum
Ein fjølbroyttur og krevjandi túrur eftir gomlu bygdagøtuni norður um fjall, har vit eisini vitja gamla tingstaðin Katlarnar, har norðoyingar plagdu at møtast til várting
Ein stuttur, góður og vakur túrur, har útsýnið niðan á Dalkinsfjall, yvir um fjørðin og út í Kalsoynna er stórbart. Gott útsýni er eisini yvir á hægstu fjøll okkara
Ein hugnaligur og friðsælur túrur norður gjøgnum Junkarahagan við góðum útsýnið suður og vestureftir – og ikki minst, vakra útsýninum norður yvir fjøllini og dalarnar norðanfyri Vestmanna.
Ein vakur, fjølbroyttur og hugnaligur túrur, við góðum útsýnið, fyrst niðan fram við Brekká í Kollfjarðardali, tvørtur um hálsin við stóru tjørnini og sjáldsama stabbagrótinum og haðani oman eftir brekkunum til Skælings, har Streymoyarsyllin setur sítt dám á túrin.