Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Saunagos við Sjógv í Kollafirði
Saunagos í Føroya einastu Sveitthyttu við gosmeistara í Føroysku náttúruni.
60 min | 200 kr. pr. luttakarir og pláss er fyri 20 luttakarum. Vit byrja hvørt saunagos við einari stuttari andadráttarvenjing, sum skapar ró og nærveru. Okkara gosmeistari leiðir teg síðani ígjøgnum tríggjar saunarundir, har hiti, kuldi, angandi eteriskar oljur og huglagsskapandi tónleikur geva tær eina serstaka uppliving fyri kropp og sinn. Millum rundurnar kanst tú køla teg niður í sjónum ella í okkara køldu kørum og njóta vakra umhvørvið við sjógvin og fjøllunum í Kollafirði. Í hvíldarrúminum bjóða vit vatn, te, saltstengur o.a.. Kom og uppliv kraftina í samspælinum millum hita og kulda í hjartanum av føroysku náttúruni.
Bústaður
438W+56R, Við Sjógv, Kollafjørður 410, Færøerne
Streymoy
Lýsing
Rúmføri: Upp til 20 gestir
Aldursmark: 16 ár
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- WC
- Kortgjald
- Møguligt at bíleggja pláss
- Parkering
- Familjuvinarligt
- Bólkar