Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Siðsøgulig jól á Tvøroyri

Í ár vera jólini heilt serlig á Tvøroyri. Tá ið jólatræið á Tvøroyri verður tendrað mánakvøldið 28. november, letur nevniliga eisini ein spennandi jólaframsýning upp í gomlu, søguligu bygninunum á Tvøroyri. Talan er um Roykstovuna, Gamla Doktarahúsið, gomlu krambúðina og pakkhús 5.

Roykstovan

Roykstovan varð bygd í 1836, og var fyrsta sethús á Tvøroyri. Í ár ber til at uppliva Roykstovuna sum eina siðsøguliga lýsing av jólunum, ið mynda árini 1950-1970. Njótið hugnan og angan av bakstri afturvið einum kaffimunni, meðan jólaheilsur vera spældar í lurtitólinum.

Gamla Krambúðin

Frá 1836 til 1856 var Kgl. Einahandil á Tvøroyri, sum danski staturin forvaltaði. Tá Føroyar fingu fríhandil í 1856, keypti danin Thomas Frederik Thomsen handilin og bygningarnar, sum fylgdu við. Síðan tá hevur ymiskt virksemi verið í handlinum, og nú verður aftur høvi hjá fólki at uppliva handilin, sum eina gamla føroyskan bygdahandil, sum vit kenna hann frá 1950-1970, har tað verður møguligt at keypa ymiskar vørur, sum í gomlum døgum.

Pakkhús 5

Pakkhús 5 varð bygt í 1846, upprunaliga sum turkihús, men seinni sum timburgoymsla og onnur goymsla. Í ár kemur aftur lív í Pakkhús 5, við hugnaligari jólasølu við alskyns vørum. Í kjallaranum í Pakkhúsi 5 verður ein burðardygg jólaverkstova við tilfeingi úr náttúruni á Tvøroyri og har á leiðini.

Gomlu Doktarahúsini

Dagliga hýsa doktarahúsini Tvøroyrar Bygda- og Sjósavni. Hesi jólini verður ein livandi framsýning, ið lýsir eitt væla hús í tíðini frá 1900-1940. Eisini hýsa húsini eini framsýning við søguni um jólatræið, sprellimannin, klatrinissuna, jólaljósið, kramarhúsið og jólakortið.

Gestastovan

Gestastovan varð bygd í 1843 sum vistarhús til tey, sum komu til handils á Tvøroyri, og varð møguliga fyrsta hotell í Føroyum. Gestastovan er í dag partur av Tvøroyrar Bygdasavni, og hesi jólini verður hon partur av eini siðsøguligari jólalýsing av kenda jólasanginum ”Eg eri jólamaðurin”.

Tvøroyrar kirkja

Vakra kirkjan á Tvøroyri verður eisini partur av siðsøguligu lýsingini av jólunum við fýra temaum: Jólaljósið, vónin, jólagávan og gentan við svávulpinnunum. Eitt tema hvønn leygardag í desembur. Njótið løtuna við framførslum við livandi tónleiki.

Upplatingartíðir verða fylgjandi:

Mánakvøldið aftaná jólatræið er tendrað til kl. 20.00

Leygardagin og sunnudagin 3. og 4. desembur

Leygardagin og sunnudagin 10. og 11. desembur

Leygardagin og sunnudagin 17. og 18. desembur

Tórsdagin og fríggjadagin 22. og 23. desembur

Opið verður frá kl. 16.00 til kl. 20.00.