Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Náttarklubbin: Latin Night við Rasmus Schack

🌴 LATIN NIGHT Í NÁTTARKLUBBANUM 🌴

Fríggjakvøldi 16 oktobur gera vit Latin Night aftur og hesufer fáa vit vitjan av DJ Rasmus Schack, eisini kendur sum Varme Rytmer.

Hann hevur í fleiri ár verið partur av náttarlívinum í Keypmannahavn og er kendur fyri at miksa gamlar perlur og nýggj ljóð saman úr ymsum heimspørtum.

Rasmus hevur spælt á festivalum sum Roskilde, Distortion, SPOT og Copenhagen Jazz Festival. Sum DJ hava eisini ført hann víða um Evropa og til India, USA, Norðurafrika og Brasil. Saman við brasilsku Carlu stendur hann harumframt aftan fyri @batukizer

Í Náttarklubbanum fer hansara tónleikur at seta dám á Latin Night við cumbia, brasilianskum rútmum, disco, tropical house og soul fullum latin grooves. 💃🕺

Bústaður

Havnar Klubbi

6 Tinghúsvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar