Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Rótin – grønur kreativitetur úr Føroyum

Verkstova fyri alla familjuna

Hvussu kunnu gamlar handverkssiðvenjur, kreativitetur og góðar rávørur vera við til at slóða fyri einari grønari framtíð?
Kom við til ein hugkveikjandi og kreativan dag saman við Rótini – sum er í uppskoti til ársins Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins!
Á hesi verkstovu fáa børn og familjur høvi at hitta næmingar og lærarar á Rótini, skúlanum í Klaksvík, sum arbeiðir virkið við burðardygd, endurnýtslu og grønum loysnum. Tey fara at greiða frá sínum royndum og vísa, hvussu umhvørvistilvit kann vera praktiskt, kreativt og stuttligt – alt í senn.
Tú kanst taka lut í ymiskum ítrivum:
Verkstova 1: Lyklaringar og taskuprýði úr ull Ger títt egna lítla heingiprýði burtur úr ull og gerst klókari um, hvussu tilfar kann fáa nýtt lív.
Verkstova 2: Bregdaband – føroysk handverkssiðvenja Lær Føroya elsta handverksteknikk – nevniliga at bregda bond – og lær meira um livandi siðvenjuna.
Verkstova 3: Matur, smakkur og matoyðsl Hvat kunnu vit gera við tann matin, vit hava, áðrenn hann endar í ruskspannini? Her ber til bæði at læra og smakka okkurt nýtt.
Vælkomin til ein seinnapart við skapanargleði, siðvenju, smakki og grønum hugskotum.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur