Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Kollafjørður - Skælingur
Streymoyarsyllin setur sítt dám á túrin
Ein vakur, fjølbroyttur og hugnaligur túrur, við góðum útsýnið, fyrst niðan fram við Brekká í Kollfjarðardali, tvørtur um hálsin við stóru tjørnini og sjáldsama stabbagrótinum og haðani oman eftir brekkunum til Skælings, har Streymoyarsyllin setur sítt dám á túrin.Gingið verður niðan tvørtur um Oyggjarvegin og víðari niðan við Brekká – niðan til varðan, sum er 140 m. omanfyri Oyggjarvegin. Tíverri er ongin gøta niðan frá Oyggjarvegnum, so ein má bara finna sær eitt gott stað at ganga niðan. Komin niðan til varðan verður sneitt av yvir móti Tjørnini á Brekkunum. Navnið kemst av dalinum Skælingsmegin, sum kallast uppi í Brekkunum. Har skóru Skælingsmenn partar av sínum torvi, og teir skóru so langt niðan á, at Kollafjørður kom undan. Her er rættuliga serstakt at ganga tvørtur um hálsin og víðari oman gjøgnum brekkurnar móti Skælingi við góða útsýninum norður gjøgnum Vestmannasund. Til at byrja við er tað serliga stabbagrótið við Regnsendan, sum er partur av Streymoyarsyllini. Tá tú so ert komin eitt sindur longur oman móti Skælingi, sært tú hvussu hendan syllin, sum er eitt sokallað óregluligt innskot, fer suðureftir, skrátt oman undir Skælingsfjall, sum við sínum 767 m., er fjórðhægsta fjall á Streymoynni. Hetta jarðfrøðiliga spennandi økið, frá Regnsendanum og suður á Stórareyn, er so avbera vakurt – og jarðfrøðingar elska tað. Eisini aðra staðni rundan um teg, eru onnur jarðfrøðilig spennandi viðurskifti, gjáir sum krossast og óregluligir hamrar. Tað er vakurt og hugnaligt at ganga oman til Skæling. Serliga vakurt er niðri við Kálvadalsá, har útsýnið eisini er gott yvir í Ravnagjógv. Gingið verður víðari oman fram við Garðá, norðanfyri stóra fjósið har við, oman á vegin, har gøtan endar.
Kollafjørður - Skælingur
The trail starts at the Royndarstøðin research station in Kollafjørður, at Frammi í Dal 166.
No bus routes stop directly at Royndarstøðin, so you must walk approximately 1.7 km to reach the starting point.
The nearest Bygdaleiðir bus stops are at Tunnilsmunnin and the Effo station in Kollfjarðardalur.
Route 300 Tórshavn – Airport – Sørvágur stops at both Tunnilsmunnin and the Effo station:
https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/300-torshavn-flogvollurin-sorvagur/
Route 400 Klaksvík – Tórshavn stops only at Tunnilsmunnin:
https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/400-klaksvik-torshavn/
The Tórshavn municipal bus service stops in Signab
Skælingur - Oyggjarvegurin
Public Transport
There is no public bus to Skælingur or on the road “Oyggjarvegurin”.
Arriving by car
Parking, Skælingur
You can park your car just below where the path starts, either north of the path by the cattle grid or by the roadside north of the house that you need to walk by when you go up to the path. (see the photo)
Kollafjørður - Skælingur
Skælingur - Kollafjørður
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar
Øki / Torleikastig